Seinastu árini hevur hann satsað alt uppá tónleikin og er fluttur av landinum at royna seg.
Við nýggju útgávuni Greener í skjáttuni er Beinir sloppin framat nærum allastaðni á flatlondum, har hann í farna ári hevur spælt fleiri ferðir í beinleiðis sjónvarpi.
Tað er einki at siga til, at Beinir verður boðin at sleppa framat, tí góðsku og sjarmu hevur hann í ovurmát, og vit kunnu við gleði boða frá, at soleiðis byrja vit veitsluna á Götusandi í ár, tí tað verður nemliga júst hesin hugtakandi og væl upplagdi ungi maðurin, Beinir, sum setir gongd á pallin á sandinum hósdagin 17. juli.
Tú mást vera har!
Hvønn týsdag avdúkar G! eitt nýtt navn av umfatandi tónleikaskránni fyir G! 2025.