2. umfar í Effo-deildini 2017 er í dag. Dystirnir eru B36-KÍ, NSÍ-Víkingur, Skála-HB, 07 Vestur-TB/FSC/Royn og ÍF-EB/Streymur. In.fo fylgir gongdini í øllum dystinum í Livescore skipanini. Allir dystirnir byrja klokkan 15, uttan dysturin millum Skála og HB. Hann bryjar klokkan 14.
Beinleiðs tekstfrásøgn frá Effo-deildini – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá dystinum í Gundadali millum B36 og KÍ. Aftaná verður 3. Hálvleikur við samrøðum og samanumtøkum, umframt hondbólti, har Rás2 sigur frá dystinum millum VÍF og KÍF.
Her á in.fo koma sjónbandamyndir, samrøður og myndir frá dystunum í dag. Samandráttur verður frá dystunum B36-KÍ og NSÍ-Víkingur.
Stroyming:
Kringvarpið stroymar frá dystinum í Runavík millum NSÍ og Víking.
NSÍ-Víkingur: Fyri at síggja stroymingina ”Trýst HER” – ella á pílin á myndini
Effo-deildin 2. umfar:
Skála-HB (14.00)
B36-KÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ-Víkingur (15.00)
07 Vestur-TB/FSC/Royn (15.00)
ÍF-EB/Streymur (15.00)