Kyndil (21) - (17) H71: 24-26 (10-14)
Kyndil vinnur samanlagt 45 - 43
Liðugt: Kyndil í steypafinaluni. hava vunnið samanlagt við tveimum málum. Tað var ikki fyrr enn í seinastu sekundunum, at samanlagdi sigurin bleiv staðfestur.
Málskjúttar:
Kyndil: David Edvardsen 8, Finnur Hansson 6, Báður Johannesen 3, Hørður Sigtórsson 3, Julian Johansen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1, Ludvík Súnason 1
H71: Bogdan Florea 8, Bogi G. Davidsen 5, Rúni Højgaard 4, Esbern Patursson 3, Hallur Biskopstø 2, Hans Kári Hansen 2, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsøe 1
Hendan hálvfinalan buldraði aftur og fram. Í løtum sá út til at H71 fór at vinna, men tá ringast stóð til hjá Kyndli, so reistust teir grøn og hálaðu samlaða sigurin heim.
52.min: (20-21) Kyndil hevur takið á dystinum nú. Teir skuldu heilt niður at venda, áðrenn teir komu seg í hesi seinnu hálvfinaluni. Tað er serliga í verjupartinum, at teir hava lukkað av. Í hinum endanum fáa teir eisini neyðugu málini. Kyndil omaná samanlagt og í dystinum - í løtuni.
40.min: (15-19) Kyndil hevur við Bárði Johannesen bart seg inn í aftur dystin. teir hava fingið javnvág í útvísingarnar og við tveimum álum frá veteraninum, er munurin aftur minkaður niður í einki.
38.min: (13-18) Nú fær Finnur Hansson eisini tveir minuttir útvísting, so Kyndil hevur bara tríggjar útispælarar. Stutt seinni fáa Høgni Olafson Sigmundur Dahl útvísting fyri H71.
7.min: (13-17) Hørður Sigtórsson og Hans Arni Thomsen hjá Kyndli fáa báðir útvísingar. Nakað sum fær øði í grønu grindina, meðan hoyvíkingar fegnast.
5.min: (12-17) H71 fingið eina góða byrjan upp á seinna hálvleik. Hava vunnið seg upp á 17-12. Dómaraparið fær seg eisini roynt, tí tað stendur nógv upp á spæl og, tað merkist tað merkist hvørja ferð teir blása í floytuna.
Seinni hálvleikur er byrjaður. Stemningurin á áskoðaraplássunum er í topp. Tað legst bara til við fólki.
-------------------------------------------------------------
Fyrri hálvleikur:
Hálvleikur: (10-14)
Málskjúttar:
Kyndil: Finnur Hansson 4, David Edvardsen 3, Ludvík Súnason 1, Báður Johannesen 1, Hørður Sigtórsson 1
H71: Bogdan Florea 5, Bogi G. Davidsen 3, Hallur Biskopstø 2, Hans Kári Hansen 1, Esbern Patursson 1, Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsøe 1
H71 hevur vend uppgerðini á høvdið. Teir vóru fýra mál aftanfyri, men nú er javnleikur, og tað eru hoyvíkingar, sum eru leikliga omaná. H71 spælir sum eitt lið, meðan tað sær heldur verri út hjá Kyndil, sum ikki fær álopsspælið at rigga og verður revsað í mótálopunum.
Bogdan Florea hevur skotið flest mál fyri H71. Hann hevur skotið fimm, harav tvey hava verið upp á brotskast. Annars Bogi G. Davidsen sjónligur í skjótálopunum, og Ári Dam í málinum hjá H71, hevur sent onkra neyva avlevering, ið samanlagt hevur givið mál.
Toppskjútti fyri Kyndil hevur verið Finnur Hansson, sum somuleiðis hevur verið besti maður hjá teimum grønu. Talan er tí um at kalla einmansavrik, og tað lýsir spælið hjá Kyndli til eitt vist.
25.min: (9-12) H71 kemur upp á 12-9 og Kyndil tekur timeout. Bæði spælarar og áskoðarar hjá H71 tykjast hava fingið eina vón um, at tað ber til at vinna hendan dystin við fýra málum.
23.min: (9-11) H71 hevur sína bestu løtu. Teir koma upp á 11-9 og Kyndil fær útvísing. H71 er omaná í løtuni.
18.min: (7-7) Tað gongur javnt á og ferðin er farin eitt sindur niður í mun til fyrstu minuttirnar. H71 tekur timeout. Teir skulu helst til at vinna sær eina leiðslu upp á eitt mál ella tvey, um teir ætla sær víðari. Flesti av málunum hjá H71 koma upp á skot útifrá. Menn sum Bogdan Florea og Esbern Pætursson hava roynt seg við skotum, men tað í størri mun tykist hava eydnast Kyndli at spæla seg í gjøgnum.
7.min: (4-3) H71 fær sína næstu útvísting. Hesa ferð er tað Jónas Djurhuus, sum fær útvísingina fyri at royna at hála Finn Hansson niður í skjótálopi. Kyndil hevur brent brotskast, so tað hendir eitt sindur av hvørjum í løtuni.
4.min: (2-2) H71 hevur longu fingið fyrstu útvístingina. Høgni Olafson fekk fyrst gult kort, og lítla løtu seinni fekk hann tveir minuttir. Í báðum førum fyri at steðga Finni Hansson.
Liðini eru komin á vøllin og gera klárt til dystarbyrjan. Tað er longu við at verða fult á áskoðaraplássunum og tað er vónleyst at fáa parkeringspláss uttanfyri.
Undan dystinum:
Fyrra hálvfinalan fríggjakvøldið endaði við 21-17 sigri til Kyndil. Talan var tvey lið við góðum málverjum og góðari verju. Tað vitnar úrslitið eisini um.
Til dystin í dag hava bæði liðini fulla manning. Hvørki hjá Kyndli ella H71 eru trupuleikar við skaðum, tó so at summir spælarar hava bindingar á ymiskum støðum.