Klokkan 12 verður tíðindafundurin hjá Føroyum undan HM-undankappingardystinum móti Danmark, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Vit eru til staðar á tíðindafundinum:
Hallur Hansson:
Vit lærdu at Danmark er eitt ótrúliga sterkt landslið, og vit blivu spældir út í Herning. Danmark er í heimsflokki og tað verður David móti Goliat. Vit eru ikki so oftani favorittar, men sjálvt um vit eru lítlir, so fara vit inn fyri at vinna. Eg skal ikki siga, at vit ikki eru nøgdir við ein javnleik. Tað verður eisini við áskoðarum.
Håkan Ericson:
Vit sóu seinast, at Danmark skifti tíggju spælarar, men teir vunnu alíkavæl 8-0 á Moldova. Eg vil eisini ynskja Danmark til lukku við avrikinum í summar og tí sum hendi í summar.
Liðugt:
Hóast nógv tíðindafólk eru møtt upp, so eru spurningarnir fáir.