Beinta hjá Eiler 70 ár

Ì morgin leygardagin 20. august verður Beinta Háberg Jacobsen 70 ár. Beinta er elsta barn hjá Hjørdis og Petur Háberg í Havn. Petur doyði í 1984, men Beinta hevur eina enn bragdliga mammu, sum verður 95 ár um nakrar mánaðir.
Systkini hjá Beintu eru Erna, Jógvan Páll, Elma, Pætur Hjørtur og Malan, sum øll búgva í Havn.
Í 1962 giftist Beinta við Eiler Jacobsen, sum longu tá var skipari. Tey fingu børnini Sámal, Hjørdis, Petur og Eiler.
Sum kona Eiler kom Beinta alt sítt vaksna lív at standa í fremstu røð í føroyskari fiskivinnu. Víst var Eiler óførur, men hann ásannaði sjálvur, at uttan Beintu hevði hann neyvan nátt so langt.
Beinta gekk við lív og sál uppí virksemið hjá Eiler, og tað gjørdi forrestin øll familjan hjá henni. Pápi hennara, Petur, gjørdist reiðari hjá Eiler, og tá ið hann fall frá, tók Hjørdis við.
At hava ein slíkan heimafront var sanniliga av størsta týdningini. Sjálvsagt var tað mest avgerandi at kunna fiska nógv, men tað var vissuliga eisini av stórum týdningi, at alt riggaði, sum tað skuldi, uppi á landi.
Her hevur Beinta eisini sínar eginleikar. Hon er skilagóð, og dugur eisini væl at føra seg fram, tá ið hetta hevur verið neyðugt.
Tí er Beinta nógv vird. Hon brennir fyri mongum. Men hon hevur eisini havt møguleikar at fáa egin hugskot set í verk. Beinta er havnarfólk um ein háls, og hon gjørdi tað kvett at fáa gamla vertshúsið, núverandi Áarstovu, til heiður og æru við aftur at gera hetta hús til tann miðdepil í Havn, sum tað eina ferð var.
Beint er eisini musikalsk og hevur medvirkað í sangkórinum í Ebenezer og trippeltrioina til gleði fyri mong. Hon er eisini framúr at spæla klaver.
Men fremst av øllum hevur Beinta víst, at hon hevur hjarta fyri fólki, sum er í ringari støðu. Hvør minnist til dømis ikki Evu í Ukraina, sum hevði doyð, um hon ikki fekk eitt nýtt hjarta! Her fekk Beinta savnað pening, so hetta kundi gerast. Seinast Eiler og Beinta sóu Evu var hon ein yndislig ung genta við mót uppá lívið. Hetta var gjørt í samband við Skandinavisk Børnemission, sum eigur ein góðan stuðul í Beintu. Eisini er hon við í ABC-barnahjálpini, har uppgávurnar eisini eru óavmarkaðar.

Tað ber illa til at skilja Beintu og Eiler sundur. Tað mest ítøkiliga í dag er Depilin í Skálavík, har Beinta hugtók øll við tí hon segði, tá ið depilin opnaði fyrr í summar. Hesin depil kemur at standa sum ein varði yvir tey bæði til gleði og gagn fyri mong.
Eisini var tað hugtakandi at síggja, hvussu Beinta stuðlaði Eiler nú hann gjørdist veikari og veikari hansara seinasta ár. Eiler kundi fara alla staðni, tí hann við sær hevði Beintu, og eisini onnur, sum vóru góð við hann. Sjálvi minnast vit av fleiri grundum við gleði ferðina vit vóru saman við teimum í Ísrael fyri fimm árum síðani. Ísrael er eisini nakað Beinta brennir fyri, og tað hevur hon ikki frá fremmandum. Pápin var av fremstu Ísraelsvinum.
Vit bæði eru systkinabørn, eru nakað javngomul og hava altíð kenst. Tað var altíð stuttligt at koma til Havnar at ferðast sum barn. Hjá teimum kundu nógv upplivast, sum ikki bar til heima á bygd.
Sigast kann eisini, at Beinta og hennara eru sera ættarkær. Tað er stuttligt at síggja hvussu tey øll eru um mammuna á elliseiminum, har hon býr. Hesa ættarkenslu hava vit onnur eisini roynt.
Føðingardagin heldur Beinta saman við sínum egnu. Men hiðani skal ynskjast henni og hennara hjartaliga tillukku!