Belgiski forsætisráðharrin vil sleppa frá

Balgiumenn, sum tosa franskt, og tey, sum tosa flamskt, kunnu ikki semjast um eina skipan við størri sjálvræði Belgiski forsætisráðharrin, Yves Leterme, hevur sagt seg frá, eftir at samráðingar um at geva teimum báðum fólkabólkunum størri sjálvræði endaðu úrslitaleysar.

Leterme hevði givið tí franskt-talandi og tí flamskt-talandi fólkinum freist til í dag at semjast um eitt uppskot um at geva teimum báðum fólkabólkunum størri sjálkvræði á ávísum økjum.

Tá tað miseydnaðist, bað forsætisráðharrin Albert Annan kong loysa seg úr starvi, men enn hevur kongur ikki svarað, um hann fer at ganga áheitanini á møti, skrivar Reuters.