Ein gamal men vaksandi trupulleiki fyri heiðafugl er, at teir ganga í leysa seyðaull, sum sløðist á traðum og í høgunum. Trupulleikin er, at fuglarnir koma í neyð av hesum, tí hon verður fløkt um beinini, og sambært Sjúrði Hammer, lívfrøðingi, er lagnan hjá fleiri tjøldrum í hesum sambandi deyðin.
- Tá tað kemur til lesull, er tað eitt sera sannførandi samband millum orsøk og avleiðing. Um leys ull liggur í haganum, so doyr fuglur av tí. Beinini verða bundin saman, sum so fær beinini at hovna og til síðst blíva so mikið rotin, at tey detta av, sigur hann.
Ikki bara ungfuglur
Sjúrður Hammer hevur hug at lýsa hetta sum ein serføroyskan trupulleika, hóast mann eisini kennir til hetta í Hetlandi. Hann vísir á eina gamla grein frá 1968, sum er tann einasta greinin, hann hevur funnið, sum umtalar trupulleikan hjá heiðafugli við lesull. Enskir granskarar høvdu kannað um 7.000 tjøldur í Englandi, og tað er relevant í mun til Føroyar, tí tey flestu av okkara tjøldrum ferðast til Onglands.
- Av teimum 7.000 fuglunum, sum vórðu kannaðir, vóru tað 2,8 prosent, sum høvdu ull um beinini, og meginparturin av hesum vóru vaksin tjøldur, sigur Sjúrður Hammer og vísir á, hví nettupp hetta er ein trupulleiki:
- Tað eru tey vaksnu tjøldrini, sum eru aktivi parturin í stovninum og reproduserar seg. Tí er tað ein størri avleiðing fyri stovnin, um eitt vaksið tjaldur doyr enn ein ungi.
##med2##
- Hetta er ræðandi
Sjúrður Hammer stúrir fyri gongdini.
- Ábendingarnar eru rættiliga ræðandi, sigur hann.
- Vit vita, at ein sera stórur partur av deyðsorsøkunum hjá tjøldrum er ókendur. Men tað, sum er vert at bíta merki í, er, at fimm prosent av tjøldrunum, sum vit kenna deyðsorsøkina hjá, eru deyð orsakað av seyðaull. Hóast tað ikki sær út til at vera so nógv, so eru fimm prosent rættiliga nógv, sigur Sjúrður Hammer og sipar til tøl frá bók, sum hann hevur verið við til at skrivað. Bókin er tøk ókeypis á netinum á birdmigrationatlas.dk.
- Tað er sannlíkt, at tað talið kann vera væl hægri enn hasi fimm prosentini, sigur hann.
Toppurin av ísfjallinum
Tað er ilt at siga, hvussu tendensurin er hjá øðrum fugli viðvíkjandi lesull, tí har er so lítið ringmerkt av eitt nú mýrisnýpu og spógva. Sjúrður Hammer hevur áður ringtmerkt skúgvapisur í Skúgvoy, og tá kom tað fyri, at hann fann ull um beinini hjá pisunum.
- Tjøldur eru kanska bara toppurin av ísfjallinum. Vit vita ikki nógv um hinar fuglarnar, sigur hann.
##med3##
Roytingin verður útsett og sloyfað
Einfalda orsøkin til trupulleikan við lesull er, at ull sløðist í náttúruni, sum annars er púra natúrligt. Men talan er um ein vaksandi trupulleika, og í hesum sambandi vísir Sjúrður Hammer á ein keðiligan tendens í Føroyum, tá tað kemur til seyðahald og fjallgongu.
- Sum eg skilji og havi hoyrt, verður roytingin ofta útsett, so tað verður lættari at royta seyðin. Tað merkir so eisini, at meira ull kemur at sløðast í haganum, sigur hann og leggur aftrat, at í summum førum verður roytingin sloyfað.
- Á fleiri útoyggjastøðum havi eg sæð, at tað eru alsamt færri fólk, sum kunnu røkta seyðin og ganga á fjall. Tað er eingin trupulleiki at fáa fólk, tá tað skal flettast, men tað vísir seg at vera trupult at fáa mannað fjallgongur til roytingina.
- Tað fer alt annað líka at gera, at meira ull kemur at sløðast í haganum, tí um seyðurin ikki verður kliptur, so endar tað í haganum, har fuglar fløkjast í tí, sigur Sjúrður Hammer.
- Bøndurnir hava eina ábyrgd
Áheitanin hjá Fuglafrøðifelag Føroya er greið:
- Brúksskyldan av føroysku jørðini má merkja, at seyðurin skal roytast. Vit mugu sum land tryggja, at seyðurin ikki sleppur at ganga og kasta ullina av sær í haganum, sigur Sjúrður Hammer.
- Tað kann ikki vera meingingin, at vit, sum leggja í fugl, skulu rudda upp eftir bóndunum, sigur hann og letur ongan iva vera um, hvussu stórur trupulleiki hetta í roynd og veru er:
- Vit standa framman fyri einari heilt ítøkiligari náttúruverndaravbjóðing.
##med4##
Átøk og ruddikapping
Í staðin fyri at peika fingrar, samstundis sum heiðafuglur doyr óneyðuga, ynskir Fuglafrøðifelag Føroya at gera okkurt við avbjóðingina. Felagið er sinnað at varpa ljós á trupulleikan og gera okkurt konstruktivt fyri at koma hesum til lívs.
- Sjálvt um mann sigur, at bøndurnir og onkur landsmyndugleiki átti at havt ábyrgdina, hugsa vit, at okkurt má gerast. Og um okkurt skal henda, so má mann gera tað sjálvur, sigur Sjúrður Hammer.
Hetta kann gerast upp á fleiri mátar.
- Mann kundi gjørt ruddingarátøk, har mann skipaði fólk í bólkar, sum fóru í hvør sítt øki at leita eftir óruddi. Vit hava sæð líknandi fyrr, men her kundi lesull verið ein partur av átakinum. Tað kann gerast uppá ein lættan og positivan máta, og talan kann eisini vera um eina beinleiðis kapping millum ymsu ruddibólkarnar, sigur Sjúrður Hammer
Ferðafólk kunnu rudda
Eitt av hugskotunum frá áhoyrarunum til fyrilesturin mikukvøldið var at samantvinna ruddingaruppgávuna við ferðavinnuna.
- Mann kundi vent sær til ferðafólkini og sagt, at um tey vilja gera okkurt gott fyri føroysku náttúruna, so kunnu tey heinta órudd sum plast og ull við sær heim úr høgunum, sigur Sjúrður Hammer.
Hann hevur eisini eina vón um, at føroyingar skulu byrja at endurnýta orðið, "lesullarfólk". Hetta vóru tey fátøku fólkini, sum ikki áttu jørð, sum so fóru niðan í hagan at leita eftir lesull. Hann vónar lesullin onkursvegna kann fáa eitt virði aftur, ella at vit í minsta lagi síggja virðið í at hjálpa heiðafuglinum, so hann ikki verður fløktur í leysari ull.