Benelux-lond misnøgd við Ungarn: So má landið fara úr ES

Forsætisráðharrin í Luxemburg heldur tað vera púra burturvið at blanda pedofili og homoseksualitet saman.

– Sum eg síggi tað er ikki longur pláss fyri Ungarn í ES, sigur Mark Rutte, forsætisráðharri í Hollandi, fyri ein toppfund, har roknað verður við, at londini stutt fara at tosa um støðuna í limalandinum Ungarn, sum hevur samtykt eina lóg um homoseksualitet. - Foto: Johanna Geron/Ritzau Scanpix

Ungarn hevur við lóg, sum millum annað bannar at lýsa samkyndleika í lýsingum, fingið harðar atfinningar serliga í Vesturevropa.

 

– Eg haldi ikki, at Ungarn longur eigur plás í ES, sigur hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte.

 

Meðan tað ikki verður roknað við, at spurningurin um ungarsku lógina fer at fylla nógv á sjálvum ES toppfundinum, so vóru fleiri ríkis- og stjórnarleiðarar sera atfinningarsamir mótvegis Ungarn fyri fundin.

 

– Tað eri tó ikki bara eg, sum skal taka hesa varð. Tað eru 26 onnur lond. Tað má gerast stig fyri stig, sigur Rutte, sum vil hava Ungarn til at taka lógina aftur – »annars er tað út«.

 

Uttanríkisráðharrin í Ungarn, Péter Szijjártó, hevur sagt, at allir atfinnarar hava misskilt lógina, sum sambært honum snýr seg um at revsa pedofilar hart.

 

Xavier Bettel, forsætisráðharri í Luxemburg, sum er samkyndur, tekur kjakið heilt persónliga.

 

– Tað truplasta í lívi mínum var at góðtaka, at eg eri samkyndur. At góðtaka tað sjálvur og siga tað við foreldrini, sigur Bettel sambært Politico fyri fundin.

 

– At eg nú skal hoyr, at tað er tí, at eg sjálvur havi sæð okkurt í sjónvarpinum, tá eg var yngri, er als ikki til at góðtaka, sigur hann.

 

Tað gongur ikki, sigur forsætisráðharrin, at »blanda pedofeli, pornografi og homoseksualitet sama«.

 

Forsætisráðharrin í Belgia, Alexander De Croo kallar lógina, sum varð samtyktíi síðstu viku, eina »tilafturskomna lóg«.

 

Hon áleggur, at filmar og bøkur til ung bert mugu snúgva seg um seksualitet sum nakað, ið er millum mann og kvinnu.

 

Hon bannar eisini lýsingum, sum lýsa homoseksualitet sum ein part av einum normalum samfelag.

 

– Hon ger mismun millum menniskju grundað á, hvørji tey vilja vera, sigur De Croo, sum hevur eitt ælabogamerki í klædninginum.

 

– Vit mugu bara staðfesta, at tey eru farin ov langt, leggur hann afturat og vísir til rættarstatsmekanismuna, har ES-pengar skulu gjaldast út, um tú heldur seg til rættarstatin og tey felags virðini.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, kallar sjónarmiðini hjá ungarsku stjórnini á homoseksuaitet fyri »fullkomiliga ómøgulig at góðtaka«.

 

Hon sigur, at hon væntar, at tað kemur eitt mál um sáttmálabrot frá ES nevndini. Men hon leggur dent á,at tað er itt mál fyri ES nevndina at gera av.

 

Hon hevur saman við øðrum skrivað undir eitt bræv, har dentur verður lagdur á, at ES er ein felagsskapur, har tað er pláss fyri øllum líka mikið kynsligan samleika. Ungarn er ikki nevnt í brævinum.

 

– Vit hava sæð trupulleikarnar í øðrum londum, so stykin við brævinum er ein ógvliga greið markering av, hvat fleiri lond halda eru mál, sum vit ikki kjakast um í okkara virðisfelagsskapi. Tað hava vit í øllum førum markerað her, sigur Mette Frederiksen.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

– Sum eg síggi tað er ikki longur pláss fyri Ungarn í ES, sigur Mark Rutte, forsætisráðharri í Hollandi, fyri ein toppfund, har roknað verður við, at londini stutt fara at tosa um støðuna í limalandinum Ungarn, sum hevur samtykt eina lóg um homoseksualitet. - Foto: Johanna Geron/Ritzau Scanpix