Í gjár vóru tvær seinnu 1/8 finalur í Champions League kappingini. Chelsea vendi 0-1 frá fyrru uppgerðini til 2-1, meðan Benfica vann lættliga 7-1 samanlagt.
Chelsea (0) – (1) Borussia Dortmund 2-0 (2-1 samanlagt)
Tað er stórt trýst á Graham Potter, venjara hjá Chelsea. London-felagið hevur keypt inn í milliardaklassanum, men úrslitini hava verið óvanliga vánaligt fyri Chelsea. Topp fýra er rokið og tí er Champions League einasti møguleikin at bjarga æruni.
Tað merktist eisini á stemninginum á Stamford Bridge í gjár. Heimaliðið legði nógv fyri og trýsti Borussia Dortmund í botn. Gestirnir høvdu annars vunnið tíggju teir seinastu dystirnar undan uppgerðini í gjár.
Kai Havertz kundi havt lagt Chelsea á odda, men rakti stongina. Stutt fyri hálvleik bragdaði, tá Raheem Sterlingi í tveimum førum royndi seg. Seinna royndi brast í nettakið.
Í seinna hálvleiki kom Borussia Dortmund betri fyri seg, og tí kom tað illa við, at Chelsea fekk eitt umstrítt brotsspark. Ben Chilwell royndi at skjóta innfyri og rakti hondina á høgra bakkinum hjá Borussia Dortmund, Marius Wolf.
Eftir eitt longri VAR-tjekk bleiv bríkslað fyri brotssparki. Eitt brotsspark hevur skapt nakað av kjaki, tí slík verða ikki dømd hvørja ferð. Kai Havertz skjeyt, men rakti stongina. Dómarin dømdi umspark, tí ein spælari hjá Borussia Dortmund var komin inn í brotsteigin og endaði við at rudda returin vekk.
Aftur her hevur eitt kjak stungið seg upp, tí Ben Chilwell hjá Chelsea er tann fyrsti at renna inn í brotsteigin. Reglugerðin er tó, at tað verður hugt eftir hvør spælari rakar bóltin. Í hesum førinum var Salih Ozcan innanfyri.
Borussia Dortmund royndi at svara aftur, men tað bleiv ongantíð veruliga vandamikið. Millum annað enska stórtalentið, Jude Bellingham, hevði ein minni góðan dyst. Chelsea er nú víðari til fjórðingsfinalurnar, har Benfica eisini hevur vunnið sær pláss.
Chelsea (3-4-3): Kepa; Fofana, Koulibaly, Cucurella; James, Kovacic (Loftus-Cheek 83), Enzo (Zakaria 87), Chilwell; Sterling (Pulisic 83), Havertz, Felix (Gallagher 67)
Gul kort: Kepa, Enzo, Chilwell.
Venjari: GrahamPotter
Dortmund (4-1-4-1): Meyer; Wolf, Sule, Schlotterbeck, Guerreiro; Can; Brandt (Reyna 5,), Bellingham, Ozcan, (Bynoe-Gittens 65), Reus; Haller (Malen 77).
Gul kort: Sule, Wolf, Bellingham.
Edin Terzic: 6.
Dómari: Danny Makkelie (Holland)
Benfica (2) – (0) Club Brugge 5-1 (7-1 samanlagt)
Benfica var stórfavorittur undan returuppgerðini og tað bleiv ikki broytt nakrantíð í dystinum. Heimaliðið vann greitt 5-1. Millum málskúttarnar var næsta skotið á stammuni hjá Benfica, 21 ára gamli Goncalo Ramos.
Benfica (4-2-3-1): Vlachodimos; Bah (Gilberto Junior 63), Antonio Silva (Verissimo 88), Otamendi (Morato 74), Grimaldo; Luis, Chiquinho (Neres 63); Mario (Neves 74), Rafa Silva, Aursnes; Ramos
Mál: Ramos 2, Rafa Silva, Mario, Neres
Gul kort: Otamendi
Venjari: Roger Schmidt
Club Brugge (3-5-2): Mignolet; Mata (Odoi 62), Mechele, Sylla; Buchanan, Nielsen, Vanaken (Rits 75), Sowah (Nusa 74), Meijer; Lang (Onyedika 46), Yaremchuk (Jutgla 62)
Mál: Meijer
Gul kort: Yaremchuk, Lang, Sylla, Meijer
Venjari: Scott Parker