Annað umfar í bólkaspælinum í Champions Legaue verður í kvøld. Serliga bólkur F sær spennandi út, har Arsenal tekur móti Napoli, meðan Borussia Dortmund fær vitjan av Marseille. C
Bólkur E:
Chelsea tapti seinast fyri FC Basel á heimavølli. Tað fall ikki í góða jørð. José Mourinho, venjrari hjá Chelsea, hevur undan dystinum í dag kunngjørt, at Juan Mata spælir frá byrjan. Hann hevur ikki fingið pláss millum teir fyrstu ellivu higartil.
José Mourinho megnaði at seta seg sjálvan í miðpunktið, tá hann fór frá tíðindafundinum hjá Chelsea undan dystinum, tí hann var ónøgdur við at fáa spurningar um Kevin de Bruyne, sum ikki var við.
- Tit spyrja meg bara um spælarar, ið ikki eru við, segði José Mourinho, og reisti seg upp og fór frá borðinum við einum smíli og segði “Síggjast í morgin.”
Chelsea er eisini uttan Eden Hazard, ið er skaddur.
Bólkur F:
Helst sterkasti bólkurin. Her fær Arsenal vitjan av Napoli og Rafael Benitez, sum farna kappingarár var venjari hjá Chelsea. Bæði liðini vunnu sínar dystir í fyrsta umfari, so trýstið er ikki so stórt at vinna.
Champions League finalistarnir úr Dortmund skulu helst fáa fyrstu stigini í kvøld, tá Marseille kemur á vitjan. Borussia Dortmund verður uttan venjaran, Jurgen Klopp, tí hann bleiv útvístur móti Napoli, tá hann gjørdist í øðini inn á fjórða dómaran.
- Eg havi ikki fyrigivið mær sjálvum fyri hendingina í Napoli. Eg meinti einki ringt og tað er í ordan, at eg blívi revsaður fyri slíkt, sigur Jurgen Klopp.
Bólkur G:
Fyrsti dysturin er longu í gongd. Hann er millum Zenit og Austria Wien. Í skrivandi stund er hálvleikur og einki mál er komið. Belgiski miðvallarin hjá Zenit, Axel Witsel, fekk stutt fyri tíð beinleiðis reytt kort fyri takling.
Í hinum dystinum møtast FC Porto og Atletico Madrid. Hesi bæði liðini vunnu sínar dystir í fyrsta umfari og eru favorittar at koma víðari. Serliga Atletico Madrid tykjast sterkir í ár, eftir at teir um vikuskiftið vunnu á Real Madrid.
Bólkur H:
Barcelona tapti seinast teir vitjaðu á Celtic Park. Í kvøld eru teir uttan Lionel Messi, so hetta verður høvið hjá Neymar at vísa hvørjum hann er gjørdur úr. Lionel Messi fór skaddur av vøllinum um vikuskiftið.
AC Milan og Ajax hava samanlagt vunnið Champions League 11 verðir. AC Milan sjey ferðir, meðan Ajax hevur vunnið heitið fýra ferðir. Talan er tí um tvey søguliga sterk lið í kappingini, men hvørki av teimum verður mett sum ein møguligur vinnari at kappingini í ár. AC Milan er tó favorittur til dystin í kvøld.
Allir dystirnir byrja klokkan 19.45, uttan dysturin millum Zenit og Austria Wien, sum byrjaði klokkan 17.
Champions League:
Bólkur E:
Steaua Bukarest - Chelsea
FC Basel - Schalke 04
Bólkur F:
Borussia Dortmund - Marseille
Arsenal - Napoli
Bólkur G:
FC Porto - Atletico Madrid
Zenit - Austria Wien
Bólkur H:
Ajax - AC Milan
Celtic - Barcelona