FÓTBÓLTUR
Sunnudagin stóð Benitez á odda fyri Liverpool fyri 200. ferð. Hevði hann tapt, so hevði tað verið fimta tapið á rað. So hevði Liverpool verið tíggju stig aftanfyri Manchester United, og Benitez hevði møguliga verið søga í Liverpool.
Men Benitez vann. Liverpool fekk trý stig aftur og dróg inn á bæði Tottenham, Arsenal og Manchester United. Hetta hevur helst bjargað Benitez venjarastarvið – í eina tíð um ikki annað.
Sigurin hjá Liverpool í gjár er tann fyrsti í ár, tá mótstøðuliðið er eitt av teimum stóru liðunum. Stoke, Bolton, Burnley, West Ham og Hull eru tey einastu liðini, Liverpool hevur bast higartil í ár.
Liverpool hevur hinvegin eisini hitt Tottenham, Aston Villa, Chelsea og Sunderland, men hesar dystir hevur Liverpool tapt.
Munur á gongd
Undan dystinum sunnudagin hevði Ferguson gjørt greitt, at gongdin hjá liðunum higartil í ár einki hevði at siga. Ein dystur av tí slagnum, sum varð spældur í gjár, er nakað fyri seg, segði hann og tað fekk Ferguson rætt í.
Manchester United hevði ikki tapt 11 teir seinastu dystirnar á rað. Hjá Liverpool var støðan tann, at seinast liðið hevði fingið so ring úrslit var í 1987.
Tað var tó Liverpool sum endaði sum sigursharri, tá alt var av – og tað var fult uppiborið.
Fremstu menninir í fokus
Liverpool var nevniliga betra liðið á vøllinum. Manchester United hevði sambært hagtølunum lítla leikliga yvirvág, men somu hagtøl vísa eisini greitt, at Liverpool var vandameira liðið. Liverpool hevði tvífaldar so nógvar royndir á málið hjá Manchester United – tvær av hesum royndunum endaðu við at verða skrásettar sum mál.
Tað fyrsta av hesum varð skrásett í 65. minutti. Benayoun legði eina framúrskarandi sending fram um verjuna hjá Manchester United. Torres streyk avstað meðan Ferdinand veruliga royndi at hanga í. Toppskjúttin í Premier League vísti styrki, helt manninum vekk og hamraði bóltin inn við nærmaru stong.
Undan dystinum hevði tað verið ógvuliga ivasamt, hvørt Torres fór at spæla, og eftir dystin staðfesti Benitez, at bara 80 prosent av Torres eisini kunnu gera mun viðhvørt.
Manchester United hevði eisini ein áleypara, sum nógv var tosað um áðrenn og eftir dystin. Og tá eitt gott korter var eftir av dystinum, varð Michael Owen settur á vøllin. Móttøkan var, júst sum væntað, ísakøld og gomlu fjepparar hansara høvdu ikki nógv pen orð at bera honum.
Owen var kortini rímiliga eyðsýndur, vann enn tá eitt fríspark í góðari støðu, tá Carragher ikki megnaði at fylgja honum. Fleiri – millum annað Ferguson – vilja vera við, at Carragher slapp alt ov bíliga við einans at fáa gult kort.
Hetta hugsað Liverpoolfjepparar ikki um í dag. Teir hefta seg við, at tað enn ikki hevur eydnast Owen at skora í móti Liverpool, sum hann rýmdi frá fyri fýra árum síðani.
Tann síðsti maðurin av teimum fremstu, sum fólk flest tosaðu um eftir dystin, var áleyparin Ngog. 20 ára gamli franskmaðurin fekk níggju minuttir á vøllinum og avgjørdi dystin.
– Hetta er størsta løtan á míni yrkisleið higartil, segði hann eftir dystin.
Vidic reytt fyri triðju ferð
Verjuleikarin hjá Manchester United, Vidic, kann neyvan siga tað sama sum Ngog. Hann varð útvístur stutt fyri leiklok og er talan um triðja reyða korti á rað í móti Liverpool.
Eisini Mascherano hjá Liverpool sá reytt, tá hann í yvirtíðini royndi seg við eini vitleysari takling mótvegis van der Sar – so var líkatal aftur á vøllinum, bæði liðini høvdu tíggju mans.
Á máltalvuni stóð hinvegin 2-0. Liverpool hevur vunnið á Manchester United fyri triðju ferð á rað. Samstundis meldaði Liverpool seg inn í aftur oddastríðið.
--
Úrslitini hetta umfarið:
West Ham - Arsenal 2-2
Manchester City - Fulham 2-2
Liverpool - Manchester United 2-0
Bolton - Everton 3-2
Chelsea - Blackburn 5-0
Burnley - Wigan 1-3
Birmingham - Sunderland 2-1
Tottenham - Stoke 0-1
Hull - Portsmouth 0-0
Wolverhampton - Aston Villa 1-1