Benitez fær 10 dagar

Bretskir og italskir miðlar vilja í dag vera við, at italska stórfelagið Juventus hevur givið venjaranum hjá Liverpool, Rafael Benitez, eitt skotbrá upp á 10 dagar til at taka eina endaliga avgerð, hvørt hann vil vera venjari hjá Juventus komandi ár ella ikki.

 

Umboðsmaðurin hjá Rafael Benitez, Manuel Garcia Quilon, hevur avsannað gitingar um, at hann hevur verið á fundi við forsetan í Juventus, Jean-Calude Blanc í Milano mánadagin, men tað er eingin loyna, at Rafael Benitez framvegis er ovast á ynkskilistanum hjá The Old Lady, sum Juventus eisini kallast.

 

Rafael Benitez verður í hesum døgum eisini settur í samband við venjarastarvið í eitt nú Real Madrid.