Spanski Rafael Benitez skuldi ikki ganga leingi arbeiðsleysur. Eftir at hann í síðstu viku samdist við Liverpool um at steðga samstarvinum, er hann nú vorðin venjari hjá Inter. Og fegnast Inter-viðhaldsfólk um, at hava fingið spaniólan sum venjara, so eru tað helst eisini fleiri Liverpool-fjepparar, sum fegnast um, at verða slopnir av við Benitez.
50 ára gamli Benitez hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála, og verður presenteraður á eiðum tíðindafundi týsdagin í næstu viku.
Tað verður ikki bara sum at siga tað at traðka í fótasporunum hjá Jose Mourinho. Seinasta kappingarár vann Inter nevniliga »The Treble«, meistaraheiti, steypakappingina og Champions League.
Eftir seks árum í Liverpool hevur Rafael Benitez tvey steyp at vísa á, Champions League í 2005 og FA-cup árið eftir. Men tað sum Liverpool-fjappararnir leingjast mest av øllum eftir, nevniliga meistaraheitið, megnaði Benitez ikki at tryggja teimum.
Hann var eisini ofta ákærdur fyri at leggja størri dent á Champions League enn meistaraheitið, og tað líkaði ikki viðhaldsfólkinum.
Nú skal Benitez so royna at lyfta arvin eftir Mourinho, og fyrstu søgurnar siga, at Liverpool-leikararnir, Dirk Kuyt og Javier Mascherano, skulu hjálpa honum.