TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Benjamin Heinesen hjá B36 aftaná 2-2 javnleikin ímóti HB.
Talan er um áttanda javnleikin hjá B36 í tólv dystum, og Benjamin Heinesen sigur seg verða troyttan av øllum javnleikunum, og ikki at fáa nóg nógvar sigrar heim.
Hann heldur B36 skuldi havt eina tryggari leiðslu í steðginum enn bara 1-0 málið hjá Gesti B. Dam, tí har vóru nóg nógvir málmøguleikar til fleiri mál. Tað kendist eisini súrt hjá Benjamin Heinesen og liðfeløgunum aftur at missa sigurin ímóti dystarenda.