Benjamin Netanyahu missir undirtøku eftir ófrið

Um val var í Ísrael í morgin, so hevði flokkurin hjá Netanyahy, Likud, mist 12 sessir í Knesset

 

Stórar mótmælisgongur hava verið ímóti Netanyahu seinastu tíðina (Ziv Koren/Polaris/Ritzau Scanpix)

Ein veljarakanning vísir sambært miðlinum Channel 13, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, missir undirtøku.

Tað skrivar ísraelska blaðið Haaretz.

Sambært veljarakanningini svara 20 prosent av teimum spurdu, at tey halda, at Netanyahu ger eitt gott arbeiði sum forsætisráðharri. 71 prosent halda tað øvugta.

Um valið hypotetiskt varð í morgin, so hevði flokkurin hjá Neytanyahu, Likud, fingið 20 sessir í tjóðartinginum, Knesset.

Á síðsta vali í november fekk flokkurin 32 sessir.

Fallandi undirtøkan kemur í kjalarvørrinum eftir vikur við mótmælum um eina umstrídda lógarnýskipan.

Samstundis eru spenningar millum palestinar og Ísrael av álvara øktir seinastu vikuna, eftir at ísraelsk løgregla legði á al-Aqsa-moskuna í Eysturjerusalem mikudagin, tá fastandi muslimar fór farnir til kvøldbøn.

Síðani Ísrael framdi umfatandi loftálop á Gazageiran, sum fyrst og fremst eru undir eftirlitið av hernaðarligu muslimsku rørsluni Hamas, og ímóti økinum kring libanesiska býin Tyrus, haðani Ísrael heldur, at Hamas leyp á tey.

Fríggjadagin doyði eitt 36 ára gamal italskt ferðafólk, tá ein arabiskur ísraeli koyrdi inn í eina mannamúgvu í ísraelska strandarbýnum Tel Aviv. Ísraelskir myndugleikar lýsa tað sum eitt yvirgangsálop.

/ritzau/

 

 

Stórar mótmælisgongur hava verið ímóti Netanyahu seinastu tíðina (Ziv Koren/Polaris/Ritzau Scanpix)