Benjamin á pallar í Danmark og Týsklandi

Í komandi viku byrjar tónleikarin Benjamin Petersen eina tónleikaferð, ið leiðir hann á pallar í Danmark og í Týsklandi.

Í Danmark spælir Benjamin og bólkur - tað er Mikael Blak og Jan Rúni Poulsen, á Norðurbryggjuni tann 3. mai. Knút Duo hitar upp - tað er Knút H. Eysturstein og Mattias Kapnas.

Dagin eftir, 4. mai, leggur Benjamin leiðina á SpotFestivalin í Århus.

So verður farið til Týsklands og liggur leiðin tann 6/5 til Osnabruck á Mojo, tann 7/5 Berlin, Das Hotel, tann 8/5 Dresden, Beatpol, tann 9/5 Kiel, Prinz Willy og 10/5 til Hamburg, Knust