Bent Erdland, sum eitt skifti búði og arbeiddi í Føroyum, vitjaði aftur á oynnum farna heyst. Útsýnið, sum hann møtti, stóð í fullkomnari andsøgn við tey minnini, sum hann hevði frá 80unum av sama staði. Náttúruperlan í hansara eygum, Haldórsvík, er broytt til tað verra, heldur hann.
Les eisini: 'PÁLLSTOVA' Skammens hus i Haldórsvík
Í 1980unum búði Bent Erdland í Pállstovu í Haldórsvík í 1980unum, har hann tá ið hann hevði matstaðið, Víkar Grill.
- Í oktober 2014 vitjaði eg Føroyar aftur við nøkrum synum og abbabørnum. Leiðin varð eisini løgd framvið Haldórsvík, og børnini vóru sjálvandi ógvuliga spent at síggja bygdina, sum tey høvdu hoyrt so nógv um, sigur Bent í lesarabrævi.
- Vónbrotið varð stórt, tá ið vit fingu eyga á Pállstovu. Húsini stóðu sum ein skirvislig og fátækslig kroysa. Hurðarnar stóðu á víðan vegg, vindeyguni vóru brotin og øki kring húsini sá út sum eitt grótbrot, sigur Bent.
Hann stendur spyrjandi, at býráðsmyndugleikarnir ikki hava gjørt nakað við trupulleikan.
- Ferðafólkaleiðarar vamlast helst, tá ið bussar við ferðafólkum steðga á í Haldórsvík, og vísa annars vakra náttúruøki fram, sigur hann.