Ber boð um forfeingiligheit

? Uppskot landsstýrisins ber mest av øllum bera boð um politiska forfeingiligheit, tí tað formella sjálvstýrið ivaleyst telur munandi meira enn tað reella sjálvstýrið. Hetta er eisini aðalmunurin millum uppskot landsstýrisins og uppskot okkara um eina sjálvstýrislóg, sum m.a. inniber:

? at heimastýrislógin verður avloyst av einari nýggjari lóg,

? sum staðfestir, at ríkisfelagsskapurin byggir á ein sáttmála millum tvær javnbjóðis tjóðir

? sum staðfestir, at øll málsøki koma undir fult føroyskt málsræði og ábyrgd, so hvørt hetta verður gjørt við føroyskari lóg,

? sum ásetir reglur um uppsøgn av sáttmálanum, og hvussu farast skal fram, um vit gera av at taka fult sjálvstýri.

sigur Jóannes Eidesgaard m. a. í sínum minnilutaáliti til uppskot landsstýrisins um fullveldismálið

Minnilutin (Jóannes Eidesgaard) mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskot landsstýrisins um ríkisrættarligu støðu Føroya í løgtingsmáli nr. 5/1998 við teimum broytingum, sum ein meiriluti í uttanlandsnevndini mælir til, men vísir í staðin til uppskot Javnaðarfloksins í løgtingsmáli nr. 6/1998 um setan av eini stjórnarskipanrnevnd.

Minnilutin hevur fylgjandi grundgevingar fyri sínum tilmæli:


Harmiligt ikki at

vit hava felags stev

Tað er ikki á hvørjum degi, at broytingar verða framdar í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum. Onkur vil sammeta hetta við, tá onnur lond broyta sínar grundlóg. Men givið er, at hetta er eitt stórmál, og tí harmar tað eisini Javnaðarflokkin, at ikki kann bera til at hava eitt felags stev frá byrjan av og nakað langt inn í sjálva viðgerðina.

Tá Ísland, sum ofta í hesum máli verður brúkt sum fyrimynd, á sinni fyrireikaði ?sambandslógina? í 1918, tóku 37 av 39 altingsmonnum undir við broytingini, og teir báðir, sum ikki tóku undir, vóru ónøgdir, tí broytingin var ov lítið víðgongd. Við fólkaatkvøðuna atkvøddu 12.000 fyri og bert 900 ímóti.

Men ein breið politisk og fólkslig undirtøka krevur, at partarnir eru sinnaðir at flyta seg ímóti hvørjum øðrum, men hetta hevur ikki verið gjørligt í hesum máli. Í mun til upprunauppskotið, so hevur samgongumeirilutin gjørt eitt ískoyti, sum sigur, at landsstýrið skal leggja úrslitið av fyrireikingunum fyri løgtingið til aðalorðaskiftið, áðrenn samráðingar verða tiknar upp við ríkisstjórnina.

T. v. s. at tá meirlutatilmæli frá uttanlandsnevndini er samtykt við aðru viðgerð, so hevur løgtingið tikið undir við:

?at landsstýrið fer undir fyrireikingarnar

?at landsstýrið leggur fyrieikingarúrslitið fyri løgtingið til eitt aðalorðaskifti

?at landsstýrið tekur upp samráðingar við ríkisstjórnina, soleiðis at Føroyar verða skipaðar sum eitt land við fullveldi


Mæla til semju

Eitt aðalorðaskifti kann mangan verða sunt fyri demokratisku viðgerðina av einum máli, men vit eiga tó at minnast til, at eitt aðalorðaskifti fær onga nevndarviðgerð, og løgtingið skal ikki taka nakra støðu, har atkvøtt verður. So tá hetta mál er samtykt í dag, skal løgtingið ikki taka støðu aftur fyrr enn til tann lidna sáttmálan, sum lýsir Føroyar sum eitt land við fullveldi. Og ber landsstýrið skjótt at, soleiðis sum tað sær út til, at teir ætla, so fær Føroya fólk ikki møguleika fyri at geva sína hugsan til kennar fyri enn við fólkaatkvøðuna um tann lidna sáttmálan.

Og so kann man spyrja seg, hvussu væl demokratiska prosessin er vard fyri tann partin av demokratínum, sum snýr seg um at virða støðuna hjá minnilutum.

Frá fyrsta degi hetta málið varð framlagt, hevur Javnaðarflokkurin ávarað ímóti politisku mannagongdini í málinum. Vit hava sagt, at broytingar eru neyðugar, men lat okkum saman taka tey fyrstu stigini ímóti størri sjálvstýri. Lat okkum verða samdar um, at fyrsta stigið er at fáa eitt víttfevnandi útgreiningararbeiði, sum fevnir um allar møguleikar, gjørt, sum so kann liggja til grund fyri politisku støðutakanini fyri tí sjálvstýrisleisti, valdur verður.


Samgongan

avger sjálv

Men hetta ynskið hevur samgongan víst frá sær, tí tað er eins og teir longu nú eru bangnir fyri at missa sítt egna politiska siktið burtur. Tískil skal alt frá byrjan av stýra ímóti fullveldisætlanini, og tað er í botn og grund harmiligt, tí eg eri sannførdur um, at við einari ávísari smidligheit frá samgongunnar síðu hevði borið til at fingið eitt tilmæli frá einari samdari uttanlandsnevnd. Tað hevði, so vítt eg dugi at síggja, bert kravt tvær broytingar. Onnur at fyrireikingarúrslitið varð lagt fyri tingið til støðutakan og ikki til eitt orðaslkifti, og hin at ætlanin við fullveldinum ikki var ein endaligur leistur frá byrjan av.

Hví hetta ikki bar til, havi eg torført við at skilja? Tað hevði verið ein søgulig byrjan av hesum stórmáli, um tað var ein samd nevnd og eitt samt løgting.

At løgtingið fær loyvi til eina politiska støðutakan áðrenn samráðingarnar verða, kann neyvan nerva samgonguna, sum átti 18 og nú eigur 19 tingmenn aftanfyri seg. Hon avger sjálv tað, sum løgtingið samtykkir.

At fullveldisleistin ikki verður tikin við, áðrenn útgreiningararbeiðið er gjørt, kann neyvan heldur verða ein trupulleiki, tí so mikið trýr væl saktan samgongan og nú eisini Miðflokkurin uppá ynski um fullveldi, at teir ikki í einari handavend missa málið úr eygsjón.


Aftur fingið gomlu polariseringina

Annars skal eisini gerast vart við tað óhepna í, at útgreiningararbeiðið verður gjørt við loysnini um fullveldi sum mál. Eg vil ikki at siga, at allir upplýsingar ikki kunna koma fram í hesum fyrireikingum, men verður arbeiðssetningurin, sum landsstýrið formulerar, skipaður soleiðis, at bert politiski málsetningurin um fullveldi framgongur sum endamálið, so er vandi fyri, at útgreiningar, sum kanska tala fyri øðrum loysnum enn ta hjá samgongununi, ikki koma fram. Og harnæst er vandi fyri, at viðurskifti, sum viðvíkja øðrum enn tí, sum samgongan vil, als ikki verða kannaðir.

Vit hava nú aftur fingið gomlu polariseringina millum flokkaranar og tað, sum uppaftur verri er, eina sera óhepna polarisering í tí føroyska fólkinum. Hetta stýrdu íslendingar væl uttanum.


Skulu sjálv

fíggja 800 mió krónur

Uttan at draga alt framaftur av tí, sum longu er sagt í hesum máli um fullveldi, so hevur Javnaðarflokkurin sum yvirskipað mál, at vit ikki offra vælferðina á sjálvstýrisins altari. Men vit vilja fara so langt á sjálvstýrisleið, sum vit við ábyrgd kunna, uttan at Føroya fólk vaknar til ein morgindag, sum ein meiriluti ikki vil kennast við.

Uttanlandsnevndin hevur frá Landsbankanum fingið at vita, at um vit taka ríkisstuðulin burtur, so skulu vit, um vit vilja varðveita tænastustøðið, sjálvi fíggja uml. 800 mió. kr. (ríkisstuðul minus yvirskot). Vit kunnu møguliga læna hesa upphædd, men tá verður ikki talan um ein sjálvberandi búskap, tí hann er ikki upp á longri sikt í javnvág.

Somuleiðis sigur Landsbankin, at um vit skulu vinna milliardina innaftur, sum vit í dag fáa úr Danmark, so skal ein trífalding til av okkara vøruframleiðslu ella ein tvífalding av okkara tænastuvinnu.

Í júst hesum liggja fyri okkum at síggja størstu avbjóðingarnar, sum hvørki samgongan ella andstøðan hava nakað boð uppá í løtuni. Landsstýrið brynjar seg bert við svarinum, at tað velst um, hvussu góða skiftistíð, danska stjórnin vil geva okkum.

Ikki er tað heldur nøkur loyna, at Javnaðarflokkurin heldur uppskot landsstýrisins mest av øllum bera boð um politiska forfeingiligheit, tí tað formella sjálvstýrið ivaleyst telur munandi meira enn tað reella sjálvstýrið.

Hetta er eisini aðalmunurin millum uppskot landsstýrisins og uppskot okkara um eina sjálvstýrislóg, sum m.a. inniber:

?at heimastýrislógin verður avloyst av einari nýggjari lóg,

?sum staðfestir, at ríkisfelagsskapurin byggir á ein sáttmála millum tvær javnbjóðis tjóðir

?sum staðfestir, at øll málsøkir koma undir fult føroyskt málsræði og ábyrgd, so hvørt hetta verður gjørt við føroyskari lóg,

?sum ásetir reglur um uppsøgn av sáttmálanum, og hvussu farast skal fram, um vit gera av at taka fult sjálvstýri.


Annars er tíðin, vit nú hava, veruliga søgilig, tá tað snýr seg um ríkisrættarligu viðurskifti okkara. Allir flokkar á løgtingi ynskja broytingar, og tað er ikki hent áður. Bert spell, at hesin søguligi møguleiki ikki verður betur brúktur.


Jóannes Eidesgaard