Sáttmálastríð
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Ellintur M. Abrahamsen, heldur lítið um tær samráðingar, sum verið hava við Føroya Reiðarafelag, síðan Jákup Sólstein gjørdist formaður í reiðarafelagnum fyri umleið 10 árum síðan.
- Eg vil siga, at tað hava ongar veruligar samráðingar verið millum feløgini í hesum tíðarskeiði, tí alt, sum vit hava lagt fram hesi árini, er feiðað av borðinum av formanninum, Jákupi Sólstein.
Ellintur heldur, at tað, sum brennur heitast hjá reiðarafelagnum í stríðnum millum feløgini, er eykaparturin hjá 2. stýrimanni við nótaskipum, sum var ein partur av semingsuppskotinum seinast.
- Her heldur reiðarafeløgið uppá, at talan er um ein skrivifeil í undirskrivaða sáttmálanum, at 2. stýrimaður fær ein hálvan part eyka í staðin fyri ein fjórðingspart. Men hetta halda vit ikki er rætt, tí hetta var eitt av okkara krøvum við seinastu samráðingar. Jákup Sólstein hevur sagt, at hálvi eykaparturin er órættvísur mótvegis Fiskimannafelagnum og Maskinmeistarafelagnum, men Fiskimannafelagið hevur ongar eykapartar, og hjá Maskinmeistarafelagnum eru hesi viðurskifti komin uppá pláss.
Ellintur heldur ikki, at Føroya Skipara-og Navigatørfelag hevur nakra orsøk til at geva eftir mótvegis reiðarafelagnum og fer at halda fast um verandi krøv.
Í dag hevur felagið hjá skiparum og navigatørunum aðalfund, og tá verður aktuella sáttmálastøðan náttúrliga eitt av umrøðuevnunum.
Skipini liggja
At kalla allur fiskiflotin er raktur av verkfallinum uttan tey fáu skip, sum ikki eru heima nú um jóla-og nýggjárshalguna. Skip, sum eru til fiskiskap, eitt nú langfaraskip, hava sambært sáttmálanum ikki skyldu til at bróta túrin av.
Ellintur sigur, at felagið gav garnaskipunum, sum høvdu gørn standandi, tá ið verkfallið varð lýst, 18. desember, loyvi til at draga gørnini, tí felagið helt onga meining vera í, at gørnini vórðu standandi, til sáttmálakreppan er loyst.
- Vit hildu tað vera skeivt at lata gørnini standa og fiska, meðan stríðið er, tí tað gongur útyvir fiskastovnin, sigur hann.
Eingin gongd er í samráðingunum í løtuni, og Ellintur M. Abrahamsen sigur seg slett ikki duga at meta um, hvussu drúgt hetta stríðið verður.