Ber til at keypa sær ein sess í býráðnum?

Hetta evnið verður til viðgerðar í Miðlahúsinum hóskvøldið. Millum annað verður danski politikarin Annelise Molin gestur. Í hesum døgum er danski politikarin Annelise Molin gestur hjá Demokratiu. Í hesum sambandi verður skipað almennum fundi í Miðlahúsinum hóskvøldið kl. 19.30. Evnið á fundinum er: Kann man keypa sær ein sess í býráðnum? Annelise Molin greiðir frá sínum royndum í politikki og um týdningin av politiskari javnstøðu. Hon fer eisini at tosa um persónifiseringina av politikki í dagsins samfelag, og hvørt tað er ein størri vansi fyri kvinnur enn fyri menn.

Beinta í Jákupsstovu, Eirikur Lindenskov og Sólfríð Fjallsbak kjakast um valstríð og kostnað. Guðrið Hansdóttir spælir og syngur.