Bera okkum at sum bananrepublik

Formaður Sambandsfloksins heldur tað vera púra burturvið, at landsstýrið fer at kunna fólkatingið um fullveldisætlanina. Hann vísir á, at talan tá er um einsíðuga kunnan

? Tað kemur bert fyri í bananrepublikkum, at ein stjórn fer á fund við parlamentið í einum ørðum landi um politikkin hjá sær. Tí er fundurin millum landsstýrið og fólkatingið seinnapartin púra burturvið.

Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins, heldur, at landsstýrið setur hol á eitt skott, ið eigur at vera vatntætt, tá tað í dag fer at halda kunnandi fund við fólkatingið um samráðingarupplegg føroyinga til ríkisrættarligu samráðingarnar.

Formaður Sambandsfloksins vísir á, at tað hoyrir landsstýrinum til at samskifta við aðrar stjórnir, meðan tað hoyrir løgtinginum til at samskifta við onnur parlament.

Tí hevur Sambandsflokkurin saman við Javnaðarflokkinum sent øllum umboðum á fólkatingi eitt skriv, har andstøðuflokkarnir báðir vísa á sína ónøgd við hendan fund. Teir vísa í skrivinum á, at tað heldur átti at verið løgtingið - har andstøðan eisini er við - ið kunnaði fólkatingið um sjálvstýristilgongdina.

Við í brævinum til donsku fólkatingsumboðini hava Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin sent eitt kunnandi skriv um støðu teirra til spurningin um ríkisfelagsskapin. í hesum skrivi verður víst til tilmælið, flokkarnir í felag gjørdu tá eftir, at fullveldismálið hevði verið til viðgerðar í uttanlandsnevndini.

Edmund Joensen heldur ikki, at landsstýrið fer at fáa nakran fyrimun burtur úr fundinum við fólkatingið seinnapartin. Heldur væntar hann, at arbeiðsháttur landsstýrisins fer at minka um virðingina í Danmark fyri føroyskum politikki.

? Danir vita, at talan er um skeiva mannagongd, tá landsstýrið heldur fund við fólkatingið, og tí fara danskir politikarar at missa ein part av virðingini fyri landsstýrinum og føroyskum politikki, sigur Edmund Joensen.

Formaður Sambandsfloksins vísir eisini á, at tá tað bert er landsstýrið, ið kunnar fólkatingið, er talan um einsíðuga kunning, ið bert vísir hvat ein partur av føroyska fólkinum vil.

? Danir eru væl fyrireikaðir til at viðgera fullveldismálið, og tí er ikki neyðugt við nakrari kunnan, men vit síggja nú enn einaferð, at landsstýrið brúkar nógva orku upp á politiska propaganda, meðan øll onnur mál liggja á láni, sigur Edmund Joensen, sum er púra vísur í, at danskir politikarar eru væl og virðiliga inni í málinum um ríkisrættarligu støðu Føroya.