Tað er ikki hvørja ferð, at vit í politikki fáa møguleikan at fyribyrgja veruligum lívshættisligum støðum, áðrenn tað rakar familjur. Men júst tað gevur berarakanning fyri deyðiligar og ólekiligar ílegusjúkur okkum møguleika til.
Í Føroyum hava foreldur ofta fingið at vita, at tey eru berarar aftaná at hava fingið eitt deyðiliga sjúkt barn í fangið. Hetta førir við sær ófatiliga líðing og sorg hjá bæði barn og familju. Í dag er umleið 20% – hvør fimti føroyingur – berari av einari ella fleiri lívshættisligum ílegusjúkum.
Hetta merkir, at nógv pør uttan at vita tað kunnu hava ein veruligan váða fyri at fáa børn við sjúkum, sum bæði eru álvarsamar, ólekiligar og ofta deyðiligar. Hetta er ikki nakað, vit kunnu venda okkum burtur frá. Hetta er veruleikin hjá nógvum familjum, og tað er okkara ábyrgd at gera nakað við tað.
Berarakanning er eitt einfalt, fyribyrgjandi amboð, sum longu verður brúkt í øðrum londum við góðum úrslitum. Berarakanningin í Føroyum snýr seg um nakrar heilt ávísar, álvarsligar og deyðiligar ílegusjúkur, sum eru serliga vanligar í føroyska fólkatalinum. Hetta eru sjúkur, sum ikki kunnu viðgerast, og tí verður kanningin gjørd fyri at finna berarar, áðrenn pør fáa børn.
Tað gevur pørum vitan, valmøguleikar og tryggleika. Tað gevur familjum møguleikan at taka upplýstar avgerðir. Og tað kann fyribyrgja ófatiligari sorg.
Tí var tað eitt stórt framstig, tá lógaruppskotið um berarakanning fyri fólk millum 18 og 45 ár kom fyri Løgtingið. Hetta er eitt mál um heilsu, um fyribyrging og um at taka ábyrgd. Eitt uppskot, sum kundi havt beinleiðis jaliga ávirkan á lív og heilsu hjá komandi ættarliðum.
Men nú er málið fallið burtur, tí nýval er útskrivað. Tað er spell. Og tað er ikki nøktandi.
Eg fari tí at arbeiða fyri, at hetta málið verður tikið upp aftur og raðfest beinanvegin eftir valið. Vit mugu tryggja, at berarakanning verður ein veruleiki í Føroyum.
Sára Gullfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin











