Berghol til Dals/Undirsjóvartunnil

Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður

Eg má siga, at eg hvakk ikki sørt, tá ið eg hoyrdi andstøðutingmannin Páll á Reynatúgvu sleppa at flekja seg út í Útvarpi Føroya og geva sær alla æru av, at nú verður byrjað at bora til Dals.
Eg ringdi til Útvarp Føroya og spurdi, hvussu hesin maður sleppur í útvarpið at gera reklamu fyri sær sjálvum.
Ja, at senda fundarboð ígjøgnum Kringvarpið »live«. T. d »eg fari enn einaferð at royna at fáa hinar bygdirnar til fundar«. Hetta ger hann ígjøgnum útvarpið.
Hesa reklamu kann eg ikki nýta. Ein sending var við mær tíðliga ein morgunin. Hon bleiv tikin av aftur skránni um kvøldið. Hví, ja hví?
Eg kann gera vart við, at hvørt tað einasta eitt uppskot sum andstøðan kom við, bleiv fallið.
Tað var Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, sum sjálvandi hava arbeitt fyri, at Sandoyggin gjørdi eitt gott hál, og eg sjálvur sum samgongulimur og sjálvsagt eisini hava koyrt minni hugalig uppskot ígjøgnum.
Vit fingu 7 mió.kr. til Dals, 5 mió.kr. til undirsjóvartunnil. Stuðulin til flutning av skúlabørnum og hækkað peningin til infrakervið til útoyggjar. Pening til at fáa »Teistan« í sjúkraflutningssigling aftur. Buss til heimini í Sandoynni, og nógv annað sum er Sandoynni at gagni.
Til síðst ein heilsan til Kringvarpið. Eg má siga, sum ein ávísur tingmaður plagar at siga: Eg eri sjokeraður. Ja, eg er sjokeraður av okkara gamla útvarpið, sum eg altíð havi havt virðing fyri, men tíðanverri nú fer at skorta.
Tað er einki løgið í, at andstøðan tekur undir við samgonguni, tá samgongan kemur við so skilagóðum stigum at bora til Dals og undirsjóvartunnil til Sandoynna v. m.
At Útvarpið velur at geva andstøðuni heiður fyri slíkar stórar ætlanir, tað luktar av partapolitikki frá Útvarpsins síðu.
Annars takk til alt tingfólkið. Tit atkvøddu fyri øllum sum var Sandoynni og Sandoyar Valdømi til gagns.
P.S.
Tað er samgongan, sum skal taka tað súra við tí søta. Andstøðan kann so velja at atkvøða við ella atkvøða ímóti.