Bergur Berg er nú formaður í BLF

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hevur havt eykaaðalfund og nýggj nevnd er vald. Í nevndini, sum nú hevur skipað seg, eru:

Bergur Berg, formaður, Gunnar Holm-Jacobsen, skrivari og næstformaður, Ólavur Ellefsen, kassameistari, og Sjúrður Rasmussen, Kristina Samuelsen, Hilmar Høgenni og Finn Danberg. Eykanevndarlimir eru Bjørgfríð Ludvig og Ingibjørg Berg

Talan var fyrr í heyst um, at felagið skuldi avtakast, men á eykaaðalfundinum varð avgjørt at halda fram við broyttum samtyktum.