Fyrr í morgun bóru vit tíðindi um at fleiri kirkju mugu lata aftur í Keypmannahavn. Teirra millum var Samuelskirkjan, har Bergur Jacobsen er ein av prestunum.
Við Rás2 segði Bergur á middegi, at hann sjálvandi harmast um hetta. Hann vísir tó á, at tað eru fleiri ár síðani at ein donsk hámessa er hildin í Samuelskirkjuni. Henda er ístaðin flutt til mikudag, umframt tað at kirkjan er karmur um onnur tiltøk og gudstænastur, frá morgni til myrkurs á mongum ymiskum tungumálum.
- Fyri okkum føroyingar merkir tað, at vit nú mugu finna okkum eina aðra kirkju at savnast í, segði Bergur Jacobsen. Hinvegin verður neyvan lætt beinanvegin at fáa somu sømdir allastaðni, og sum vit hava fingið her í Samuelskirkjuni.
Tað er kortini eitt annað, sum Bergur haraftrat er keddur um, og tað er tíðarbilið.
Støðan er nevniliga hon, at Santa Ólavs kirkjulið hevur hildið her síðani fyrst í 70unum. Her skipa tey fyri føroyskum gudstænastum, konsertum, fyrilestrum og øðrum.
Men um kirkjuliðið hevði hildið til her í góð trý ár ár aftrat, so kundi 100 ára haldið hjá teimum verið hildið í Samuelskirkjuni. 28. november í 2015 eru nevniliga liðin 100 ár síðani Gudmund Bruun, próstur stovnaði hetta.
- Hetta hátíðarhaldið verður tí neyvan í Samuelskirkjuni, slær Bergur Jacobsen fast.