Pólski lastbilaførarin Lukasz Urban doyði í yvirgangsálopinum í Berlin í farnu viku. Lastbilurin hjá honum var kapraður og brúktur í álopinum á jólamarknaðin.
Lukasz Urban stríddist tó við yvirgangsmannin Anis Armi um harradømi í bilinum, og kanningarfólk hjá løgregluni halda, at tað viðvirkaði til, at færri fólk doyðu í álopinum. Urban var skotin til deyðis – helst av yvirgangsmanninum.
Nú hava fleiri enn 30.000 fólk skrivað undir eina áheitan um at geva pólska føraranum ein heiður fyri sín lut í at forða fyri yvirgangsálopinum. Sambært AFP heita fólk á týsku myndugleikarnar um at geva Lukasz Urban heiðurin ”Verdienstorden der Bundesrepublik Deutschland”, sum kann samanlíknast við ein riddaraordan á okkara leiðum.
Fólk hava eisini savnað pengar inn til familjuna hjá Urban, og higartil er meira enn ein millión krónur innsavnað.
Anis Amri, sum verður sagdur at standa fyri yvirgangsálopinum á jólamarknaðin í Berlin, var skotin til deyðis av løgreglufólki í Milano fríggjadagin. 12 fólk doyði i yvirgangsálopinum, og nógv fingu skaða.