Berlusconi vil hava vakrar kvinnur til Italia

Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, hevur biðið teir útlendsku sendiharrarnar í Rom taka fleiri vakrar kvinnur við sær til Italia. Hann kom við áheitanini í einari røðu, sum hann helt fyri næstan 30 sendiharrum úr londunum við Miðjarðarhavið.

Í fjør bað kona Berlusconi um hjúnarskilnað, eftir at hann hevði verið í 18 ára føðingardegi hjá einari sjónleikarakvinnu, sum nevndi hann pápa.

Í einum øðrum føri vildi ein kvinna vera við, at hon hevði havt kynsliga samveru við Berlusconi, sum forsætisráðharrin hevði goldið henni fyri. Hon vildi eisini vera við, at hon hevði tikið alt upp á film, og at hon hevði upptøkur av telefonsamrøðum teirra. Berlusconi avsannaði alt.