Tíðindaskriv frá Føroya Symfoniorkestri:
Eftir 21 ár sum høvuðsdirigentur fyri Føroya Symfoniorkestur letur Bernharður Wilkinson nú sessin víðari til ein nýggjan høvuðsdirigent. Við Bernharði á odda hevur symfoniorkestrið ment seg ómetaliga nógv, listarliga sum tónleikaliga, og symfoniorkestrið hevur styrkt sína støðu markant í føroyskum mentanarhøpi.
Benni, sum hann eisini verður nevndur, hevur verið ein snúningsdepil í menningini hjá orkestrinum; og hevur hann m.a. lagt lunnar undir bæði familju- og jólakonsertina og barnakonsertirnar. Hann hevur stjórnað óteljandi konsertum – alt frá stóru nýggjárskonsertunum til rokk- og poppkonsertir. Undir hansara leiðslu hevur orkestrið eisini frumframført hópin av verkum eftir føroysk tónaskøld.
– Tað hevur verið ein stórur framíhjárættur at arbeiða saman við so dugnaligum tónleikarum og at vera partur av einum orkestri, ið hevur so stóran mentanarligan týdning fyri Føroyar. Eg eri takksamur fyri henda møguleikan – men tíðin er nú búgvin til, at nýggjar kreftir koma framat, sigur Bernharður Wilkinson.
Bernharður hevur eisini verið virkin sum kórleiðari og tónleikalærari í føroysku musikkskúlaskipanini, og hesum heldur hann fram við.