Bernie Sanders vann í Wyoming

Bernie Sanders vinnur støðugt fleiri statir, men hann er framvegis langt aftan fyri Hillary Clinton.

 

Tað endaði við enn einum sigri til Bernie Sanders, tá demokratiskir veljarar í amerikanska statinum Wyoming í gjár skuldi siga, hvønn teir vilja hava at stilla upp fyri Demokratiska flokkin til forsetavalið seinni í ár.

 

Harvið hevur Bernie Sanders vinnið átta av teimum seinastu níggju statunum á Hillary Clinton. Men fyrrverandi forsetafrúan er framvegis langt framman fyri vinstrasinnaða Bernie Sanders.

 

Uppteljingin frá Wyoming er so at siga liðug, og sambært CNN fær senatorurin frá Vermont 56 prosent av atkvøðunum, meðan Hillary Clinton fær 44.

 

Mikudagin vann Sanders eisini undanvalið í statinum Wisconsin.

 

Í Wyoming eru tó bara 14 valfólk at stríðast um, og sambært The New York Times verða tey býtt javnt millum tey bæði, hóast Sanders fekk nakrar fleiri atkvøður.

 

Hillary Clinton heldur tí fast um leiðsluna. Hon hevur yvir 200 fleiri valfólk í samlaða roknskapinum.

 

Men sigurin er góð hjálp hjá Bernie Sanders, innan tey bæði 19. apríl skulu dystast í statinum New York, har 291 valfólk eru at stríðast um í avgerandi slagnum um at gerast forsetavalevni fyri Demokratiska flokkin.

 

Bæði brúktu eisini dagin í gjár at føra valdyst í New York.

 

Og Sanders heldur enn, at hann kann taka fólk á bóli og vinna á stórfavorittinum Clinton.

 

– Tað styttist ímillum okkum, sigur Sanders og vísir til seinastu valsigrarnar hjá sær.

 

Tað verður kortini hildið, at Hillary Clintan hevur ein "heimabanafyrimun" í New York, sum hon fyrr hevur umboðað í Kongressini sum senatorur.

 

Seinastu veljarakanningar hava givið henni um 10 prosent meira enn Sanders í New York.

 

Clinton hevði eftir valið í Wiconsin 1.274 valfólk aftan fyri seg, meðan Sanders hevði 1.025.

 

Hjá Demokratinum skalt tú hava 2.383 valfólk fyri at tryggja tær at gerast forsetavalevni.

 

Hjá Republikanarunum er nóg mikið við 1.238.

 

Donald Trump hevur 739 valfólk, meðan nærmasti kappingarneytin, Ted Cruz, hevur 502. Triði kappingarneytin, John Kasich hevur 143.