Bersøgin vitjan í Filadelfia

Havn: Leygardagin 2. apríl skipar samkoman Filadelfia í Havn fyri leiðaraskeiði. Tað er Scott Wilson sum undirvísir. Hann er úr Australia, men býr í Danmark, og hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir áður.

Scott arbeiðir fulla tíð við at venja og læra leiðarar í samkomuhøpi, og hansara arbeiðsøki fevnir víða, sum t.d. Norðurlond, Stóra Bretland og Suðuramerika.
Scott er bersøgin, og er ikki bangin fyri at seta orð á "religiøsan" vana og hugburð. Hann brennir fyri at samkomurnar skulu vaksa í dygd og í tali, og mál hansara er at reisa upp eitt dugnaligt og brennandi leiðaraskap, sum kann reisa samkomuna burturúr lítillætni og smáligheit. Hetta skeiðið í Filadelfia er fyri øll og er haraftrat ókeypis.
Scott talar haraftrat á ungdómsmøtimum fríggjakvøldið kl. 20, á morgunmøtinum í Filadelfia sunnudagin 3. apríl og á kvøldmøtinum í Saron í Vestmanna.