Eftir at yvir túsund fólk vórðu koppsett mánadagin, tá ið støkk inn koppseting var á teimum trimum sjúkrahúsunum, fall talið í gjár niður á 355 koppsetingar.
68 fólk fingu fyrra prikið, og 287 fólk fingu tað seinna.
Nú hava 34.017 fólk fingið fyrru koppsetingina. 26.758 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Tilsamans 60.775 koppsetingar eru gjørdar í Føroyum.