Bert ein hálvfinala hjá kvinnum í dag

Tað er bara tann eina hálvfinalan hjá kvinnum, sum verður spæld í dag.

Hendan verður í Vestmanna klokkan 16, tá VÍF og Kyndil bresta saman.

Fyrr í dag skrivaðu vit ananrs, at Tjaldur og Stjørnan spæla í dag, men tann dysturin verður altso ikki fyrr enn í morgin.