Bert gott at bera Tony

Odd Færø kom at kenna Tony Paris tá hesin var venjari hjá KÍ í 1999, og teir hava verið vinmenn síðani. Hann hevði einki at seta niður á Tony, men helt, at tað hevði gingið strilti hjá KÍ at halda sáttmálan

Teir komu at kennast, tá Tony Paris í 1999 kom til Klaksvíkar at venja gulliðið, Odd Færø fekst eitt sindur við at venja yngri lið, og hann endaði við at umseta føroyskt fótbóltstilfar fyri Tony Paris, eisini eftir at hesin fór av landinum aftur yvir til USA, har hann flutti til í 1992.
Tað var tí náttúrligt, at Odd Færø onkusvegna varð drigin inn í tilgongdina, tá Tony í juli 2005 kom til Føroya at royna at fáa ein sáttmála við KÍ í lag.
Upprunaliga var tað John William Joensen, sum fekk samband við Tony Paris, men tað var fyrst og fremst Petur Simonsen, sum tá var formaður í S/pf KÍ Fyriskipan, ið stóð fyri samráðingunum.
Eftir fyrsta fundin tóktist alt at síggja ljóst út, men síðani kom stígur í. Alt endaði tó við, at partarnir undirskrivaðu sáttmála í síðstu løtu; tað hendi enntá á einum tíðindafundi í ítróttahøllini í Klaksvík.
Sambært vitninumsetti Petur Simonsen fram ynski um, at sáttmálin varð býttur upp í tvey soleiðis, at ein sáttmáli var fyri sjálvan venjingina, har ein triðingur av lønini varð goldin á konto í Føroyum, meðan hin parturin av sáttmálanum umfataði aðrar uppgávur fyri felagið, og har tveir triðingar av lønini vórðu fluttir á konto í USA.

Mishildu sáttmálan
Odd Færø hevði nógv samband við Tony Paris eftir at hann byrjaði sum venjari í 2006. Hann hevði ta fatan, at KÍ hevði ilt við at halda teirra skyldur mótvegis nú amerikanska venjaranum, so sum tær vóru feldar niður í sáttmálan.
Har vóru trupulleikar við húsunum, sum KÍ skuldi útvega venjaranum. Hann mátti sum fyrr greitt frá búgva á Sjómansheiminum í einar 10-12 vikur, tá hann kom til Føroya.
Eisini segði Odd Færø, at tað gekk sera tungt at fáa til vega nøkur videobond, so Tony Paris kundi fyrireika seg heiman ífrá. Eisini í øðrum førum var tungt at fáa nakað ígjøgnum.
- Eg merkti tað væl, tí tað endaði sum regul við, at Tony Paris heitti á meg um at fáa tingini í rættlag, segði Odd Færø í rættinum.
Hann helt sum heild, at samstarvið gekk »trekt«, sum hann málbar seg.

Óheppin e-mailur
Hann avvísti pástandin um, at Tony Paris eftir at vera koyrdur frá, royndi at selja Poul Clapton til B36. Hann hevði sjálvur verið úti fyri líknandi søgu, tá hann prátaði einar 5-10 minuttir við Clapson.
Hann visti ikki annars um samstarvstrupulleikar sum so, men vísti á, at Tony Paris var sera beinleiðis í orð og tal, og at tað kanska ikki vóru øllum, ið líkað hetta.
Hann hevði eisini mælt til at finna eina loysn á málinum, men hann hevði eina kenslu av, at partar av leiðsluni vildu bara sleppa av við Tony Paris.
Men Odd Færø var eisini í einum føri ein miðdepil í málinum. Eftir at hann helt seg hava funnið út av, at Tony Paris eftir øllum at døma hevði havt eitt arbeiði við síðuna av heima í Florida hjá fyrrverandi felag sínum, sendi hann ein hvassorðaðan mail til táverandi stjóran í S/pf KÍ, Kára Purkhús, har hann ikki var mjújkur í orðum um Tony Paris.
Orsøkin var hon, at hann hevði funnið fram til heimasíðuna hjá St. Pete Raiders og har sæð, at Tony Paris stóð listaður sum CEO hjá felagnum (fremsti leiðari), og tá hann samstundis ikki fekk fatur á manninum, hevði hann sent hendan famøsa mailin.
Hann segði seg tó seinni hava fingið fatur á Tony Paris, sum hevði greitt honum frá rætta samanhanginum.
So summa summarum var, at Odd Færø hevði bara alt gott at bera amerikanska venjaranum.
Eyðvitað boraði Jógvan Elias Winther Poulsen, verji hjá KÍ, djúpt í mailinum, og vann helst nøkur stig hjá dómaranum fyri tað.