Bert pláss fyri fýra loyvum í "Gullhorninum"

Herálvur Joensen váttar , at tað verða feløg ella samtøk, sum verða vónsvikin av 1. útbjóðing og sum vandi kann vera fyri vilja taka seg heilt úr føroyaøkinum. Blaðið skilur, at talan er kanska um eini fýra feløg, sum einki loyvi fáa.

Nú fyrstu loyvini at bora eftir olju og gassi við Føroyar verða latin oljufeløgunum hósdagin verður sjálvandi gitt, hvørji øki tey ymsu oljufeløgini fáa og hvat tey hava bundið seg til at gera afturfyri. Ikki minst útlends oljubløð bera leysatíðindi, sum ikki fella í so góða jørð í Oljumálastýrinum. Oljutíðarritið "Energy Today" skrivar nú um dagarnar, at føroysku oljumyndugleikar hava roynt at fáa oljufeløgini at yvirbjóða hvørt annað fyri harvið at fáa eina so munagóða leiting sum tilber.

Blaðið skrivar m.a., at "The government is playing an interesting gave. It is trying to maximise the work programmes. Because companies were able to bid for part block, some applications overlap and the government is playing the bidders off against one another to get the most wells drilled. It is a matter of competitions and negatiations, so companies can overbid" siga keldur við blaðið.

Amy McLellan, sum skrivar greinina, vísir í hesum viðfangi á, at føroyingar hava megnað at fáa oljufeløgini til at átaka sær at bora ikki færri enn 20 brunnar í hesum fyrstu runduni. Sammett við Falklandsoyggjarnar er hetta sera nógv, tí har bundu feløgini seg bert til at bora seks brunnar.

Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum er ikki so fegin um greinina, sum hann sigur byggir á gitingar. -Greinin tekur als ikki hædd fyri, hvussu lítið tað økið feløgini vilja bora á føroyska landgrunninum er. Tí verða tað fleiri boringar, sum útiloka hvørja aðra, og tað merkir, at samlaða talið á boringum í fyrstu rundu verður væl lægri enn tær 15-20, sum blaðið sipar til. Av tí av flestu feløgini vilja bora í sama øki og at øll feløgini ikki kunnu fáa tað, so verða tað ikki so nógvir brunnar boraðir.

Sosialurin skilur, at tað verða undir 10 brunnar boraðir í hesi fyrstu útbjóðingini, og tað heldur Herálvur Joensen eisini vera gott.

Hann vil einki upplýsa, hvør fær lisensir, men Sosialurin skilur, at talað á loyvum verður millum 5 og 10. Eitt loyvi er givið inni á sjálvum basaltinum, har tað eru tvey feløg, sum hava søkt um tað sama og sum tí eru sligin saman. Hetta er sambart reglunum fyri 9 ára loyvi, at feløg í fyrstu syftu vilja gera seismiskar kanningar og ikki bora. Eftir trimum árum skulu feløgini so gera av, um tey vilja fara undir boring á hesum øki út sum eitt seksára loyvi ella tey vilja lata økið aftur.

Herálvur Joensen vil siga so mikið, at allar borgingarnar liggja niðri í landssynningshorninum í lutvíst fáum teigum. Oljufyrisitingin hevur roynt at fáa eina so góða leiting sum tilber men hevur sjálvandi eisini roynt at gingið umsøkjarunum á møti so langt tað hevur verið mett rætt og gjørligt. Tað skilst, at fýra oljusamtøk fáa loyvi í tí sokallaða "Gullhorninum". Við øðrum orðum verða tað tvey samtøk, sum møguliga einki loyvi fáa í heila tikið.


Skeivir upplýsingar

Hvat viðvíkur gitingunum sum teimum í Energy Day so er Herálvur Joensen sera vónsvikin av, at slíkar meldingar koma út, tí tær eru beinleiðis skeivar. -At vit hava spælt oljufeløgini út móti hvørjum øðrum fyri at fáa tey at bjóða yvir, er beinleiðis skeivt. Tað hava vit nettupp umgingið, tí vit vildu ikki hava talið av boringum í hvørjum einstøkum øki at vera størri enn tað, sum jarðfrøðin í økinum rættvísger. Vit hava sagt, at vit vildu ikki hava boringar, sum feløg bara hava kastað inn til okkara fyri at fáa eitt øki, fyri síðani at koma aftur til okkara at samráða seg burtur úr teimum. Vit vildu hava tað talið av boringum, sum jarðfrøðin kravdi fyri at man kann siga, at man hevur kannað tilfeingispotentialið í økinum.

Herálvur sigur annars, at endamálið við at hava eina kapping um økini, er sjálvandi tann, at hon skal virka til okkara fyrimun. -Vit vilja sjálvandi hava mesta talið av boringum á tí lítla økinum, sum feløgini eru sinnað at bora í. Men fer kanska at síggja best aftur út frá tí máta, sum vit hava skorið loyvisøkini til uppá. Roynt hevur verið at skera økini soleiðis, at vit fáa tað maksimala talið av boringum. Men vit hava annars hildið feløgunum aftur til ikki at fara inn og bara bjóða boringar omaná fyri at standa seg betur í kappingini.


Onkur verður vónsvikin

Herálvur Joensen váttar annars, at tað verða feløg ella samtøk, sum verða vónsvikin og sum vandi kann vera fyri vilja taka seg úr føroyaøkinum. Blaðið skilur, at talan er kanska um eini fýra feløg, sum einki loyvi fáa.

-Vit hava tó tikið hædd fyri at fáa flestu av umsøkjarunum loyvi. Vit kundu endað við, at uppaftur fleiri feløg vóru vónsvikin. Men okkara trupulleiki hevur verið, at økið, sum øll vilja hava, er so lítið og vit hava mett, at tað sunnasta hornið av landgrunninum, har boringar skulu gerast, kann ikki bera meira enn fýra loyvi. Aftrat hesum koma so nøkur loyvi aðrastaðni.

Uppá fyrispurning um feløg, sum einki loyvi fáa nú, hava møguleika at "hekta" seg uppá loyvini hjá øðrum sigur Herálvur Joensen, at tað vil so verða viðgjørt uppá ein vanliga máta. Er okkurt felag, sum hevur fingið loyvi og er áhugað at minka um sín part og selja út til onkran annan, so er tað eisini ein møguleiki, men sum tó skal góðkennast av Oljumálastýrinum.k Thomsen), sum hevði roynt seg í fremstu donsku deildini, so tað var nakað heilt fantastiskt hjá mær, tá eg fyrstu ferð fekk dystarboð.

Tað stuttliga við tí var tað, at á skúlanum, sum eg gekk á, vóru sjálvandi hópin av næmingum, sum høvdu stóran fótbóltsáhuga.

Tosið um fótbólt gekk heitt alla tíðina, men satt at siga, so slapp eg ongantíð upp í part í hesum. Allar helst roknaðu tey ikki meg fyri nakað sum helst, eg kom jú úr einum evarska lítlum samfelag, og eg legði ongantíð í at siga teimum, at eg var farin at venja við besta liðnum hjá OB.

Tann mánadagin eftir fyrsta dystin hjá mær fyri felagið, var støðan knappliga vend á høvdinum. Nú var eg brádliga miðdepilin fyri øllum prátinum, og fleiri vóru eisini heldur foyðir, og kendu tað helst soleðis, at teir høvdu tosað uttan um skeiva persónin.

Í so máta heldur Abraham, at tað hjá sær var ein fyrimunur, at hann ongantíð legði so nógv í at boða frá, hvussu gekst við fótbóltslívinum:

- Eg haldi at nógvir at teimum leikarum, sum í dag fara aðra staðni at royna seg, melda ov kraftigt út. Hetta er viðvirkandi til at leggja eitt óneyðuga stórt trýst á teir. Eitt rýst, sum teir satt at siga sjáldan kunnu liva upp til.

Um tíðina í OB kann annars leggjast afturat, at venjarin á Fjóni tá æt Richard Møller Nielsen. Seinni gjørdist hann danskur landsliðsvenjari, og millum annað hevði Abraham høvi at heilsa upp á hann tær báðar ferðirnar, tá Føroyar royndu seg móti Danmark.


Føroyar í altjóða fótbólti

Fyrstu árini, sum Føroyar vóru á altjóða pallinum, var Abraham millum sjálvskrivaðu prikkarnar í puslispælinum hjá Páll Guðlaugssyni. Og fram til hann fyri aðru fer sleit hælsinuna, taldist hann eisini millum álitini hjá Allani Simosen.

Longu tá taldist hann eisini millum veteranarnar á liðnum, og hetta helt hann eisini merktist, tá tosað varð um landsliðið:

- Nógv fólk tosaðu um, at landsliðið í stóran mun bygdi á ov gamlar leikarar, har fleiri vóru á veg niður aftur av tindunum. Eg var sjálvur um tey tríati, og tá byrjaðu fólk longu at tosa um, at eg var vorðin ov gamal til hetta, heldur Abraham.

Hvussu var og ikki, so helt hann tó fram á landsliðnum nakað væl longur enn til dystin móti Eysturríki. Millum annað hevur hann tvær ferðir hildið føðingardag, sama dag sum landsliðið hevur spælt, so eisini í so máta man talan her vera um eitt serligt fyribrigdi.

Um menningina á landsliðnum, síðani vit fyri tíggju árum síðani fóru upp í altjóða fótbóltin, er Abraham eitt sindur ivasamur:

- Tað er eitt sindur torført at meta um, tá man hevur spælt sjálvur. At spælið nú er øðrvísi er einki at ivast í, og hetta sæst kanska best, um tú hyggur eftir videoupptøkum av fyrstu landsdystunum. Føroyska liðið er í dag nógv longur frammi á vøllinum, og størsta orsøkin til hetta er eftir mínum tykki, at venjingarstøðan er so nógv betri nú.

Í heimligu kappingini verður lagt nógv meira fyri, og vit hava eisini fleiri leikarar, sum dagliga spæla uttanalands, har teir hvønn dag venja á grasi. Alt hetta hevur sjálvandi við sær, at leikararnir eru nógv betri fyri til altjóða uppgávurnar, og tí betri eru førir fyri at renna eftir mótstøðumonnunum og sjálvandi eisini at halda bóltinum, tá vit endiliga hava fingið fatur á honum. Hinvegin haldi eg ikki, at talan í dag er um, at vit hava so nógv betri fótbóltsleikarar, enn vit høvdu fyri tíggju árum síðani.

Sjálvandi er ein framgongd, men henda verður ongantíð somikið stór, at vit nakrantíð verða roknaðir sum annað enn ein pinkutjóð í hesum høpi. Heimsmeistarar verða vit neyvan.


Laudrup var fantastiskur

Flestum kunnugt skal A-landslið okkara í kvøld royna seg móti dønum.

Hóast hetta er fyrstu ferð, at danir eru í Føroyum og spæla, er hetta ikki fyrstu ferð, at føroyska og danska A-landsliðið skulu dystast. Abraham var sjálvur við, bæði í Ítróttaparkini og í Landskrona, og vit spurdu hann sjálvandi, hvat hann serliga mintist úr hesum dystum:

Dystin í Parkini minnist eg serliga væl. Talan var jú um nakað heilt serligt fyri okkara viðkomandi, so í sjálvum sær var hetta ein risa uppliving.

Tað sum eg minnist best um dystin, er at Michael Laudrup var okkum ein sonn marra. Undan dystinum høvdu vit avrátt, at vit skuldu ikki mansverja hann, men heldur skuldi nærmasti maður taka hann, tá danir fóru í álop.

Trupulleikin var bara tann, at vit ongantíð fingu fatur á honum. Eg kann annars leggja afturat, at Michael Laudrup altíð hevur verið ein leikari, sum eg havi sæð nógv upp til, og at sleppa at spæla móti honum, júst um hetta mundi var heilt ótrúligt. Hann taldist tá millum teir allarbestu leikararnar í Europa, og tú kanst eisini hyggja eftir, hvussu nógv hann hevur vunnið saman við størstu feløgunum í heimspartinum. Hóast tapið, so haldi eg so avgjørt, at vit fingu eitt heiðurligt úrslit í tí dystinum, og eisini hetta haldi eg vera vert at minnast.

Tá Føroyar á heimavøllinum í Landskrona skuldu royna seg móti Danmark, var eingin Laudrup á danska liðnum. Eftir tapi fyri Jugoslavi á heimavølli boðaðu báðir brøðurnir frá, at teir ikki longur vóru til taks í so máta. Tí varð talan eisini um ein heilt øðrvísi dyst enn tann í Parkini, og minnini hjá Abraham um hendan dystin eru heldur ikki tey somu:

- Eg minnist tann dystin av einari orsøk, og tað er John Faxe Jensen. Hann hevði tá yvirtikið miðvallarsessin hjá Michael Laudrup, men dygdirnar hjá teimum vóru ymiskar. Tað, sum eg minnist best um dystin, er, at eg miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk ein frammaná.

Ikki tí. Okkara spæl var kanska heldur ikki av tí reinasta, tí vit offraðu okkum so sanniliga eisini, og talan var í fleiri førum um óreinar takklingar frá okkara síðu. Í okkara føri var tað tó meira av armóð, og eg haldi ikki, at tað skuldi verið neyðugt hjá einum liði, sum var fleiri flokkar omanfyri okkum, at gera nýtslu av sovorðnum snildum.


Góð minni

Um tíðarskeiðið á landsliðnum, og um fótbóltsleið sína sum heild, heldur Abraham, at talan allar mest hevur verið um góð minni:

- Sjálvandi hevur talan onkuntíð verið um skakandi hendingar inni á vøllinum, har onkur mótstøðumaður er farin langt út um mark - eins og eg sjálvur onkuntíð havi gjørt tað.

Samanlagt hevur talan tó nærum bert verið um góð minni, og hetta sæst kanska best aftur í tí, sum eg segði í byrjanini av samrøðu okkara. Eg klári slettis ikki at lata vera við at spæla, millum annað tí fótbólturin hevur givið mær somikið nógv.


Dysturin í kvøld

Landsdystur er í kvøld, og vit spurdu eisini at enda Abraham, hvørjar vónir hann hevði um dystin, og hvat hann heldur skal til, um Føroyar skulu fáa eitt gott úrslit í kvøld:

- Eg veit ikki akkurát, hvørjar vónir ein kann hava um sjálvt úrslitið. Eg vil heldur venda tí soleiðis, at um danir ikki vísa meira, enn teir gjørdu undir EM, samstundis sum okkara menn spæla optimalt, so eru fortreytirnar fyri einum góðum úrslitið til staðar.

Størsti vandin er helst, at talan hjá teimum er um eitt nýtt venjarapar, og tað kann hugsast, at spælararnir veruliga ætla at spíla seg út, til tess at prógva, at teir eisini skulu vera við framyvir. Um so verður, kann talan lættliga gerast um eitt minni hugnaligt kvøld fyri okkara viðkomandi.

Og verður tú so eisini millum áskoðararnar til dystin í kvøld?

Ja! Eg havi langt síðani keypt okkum atgongumerki, sigur Abraham at enda.