Upptakt
Tað plagar vanliga at ganga harðliga fyri seg, tá GÍ og NSÍ takast, og eingin orsøk er at halda, at hetta verður øðrvísi sunnudagin. GÍ hevði eina flúgvandi byrjan upp á árið, men eftir samanlagt átta sigrar á rað, er liðið nú follið nakað niður, og skal talan verða um at hanga í oddinum, er ein sigur kravið sunnudagin.
Tað er tað eisini hjá runavíkingum, sum hinvegin hava havt eina uppgangandi formkurvu seinastu dystirnar, har tað eisini hevur eydnast liðnum at stríða seg í bólkin av liðum, sum eru beint undir oddinum.
Skerdir runavíkingar
Tí er einki at ivast í, at báðir partar leggja nógv fyri, og úr Gøtu eru boðini, at allir mans eru tøkir.
- Vit hava ein hóp upp á 22 mans, og teir kunnu allir spæla, so venjarin hevur ein positivan trupulleika, sigur Pauli Jarnskor, sum aftur í ár er næsti maðurin hjá Krzystof Popczynski í Gøtu.
Og hann dylir ikki fyri, at farið verður eftir stigunum.
- Tað var kanska væntandi, at vit fyrr ella seinni fóru at fáa ein lítlan niðurtúr, men so mugu vit bara royna at venda hesum. Og skulu vit uppeftir, so er ein sigur kravið, heldur hann.
Í Runavík stendur ikki heilt so væl til við fólkinum. Messisa Perreira og Alexandar Jovevic eru báðir úti við skaða, og roknað verður ikki við, at teir eru tøkir enn. Tað er Helgi L. Petersen heldur ikki, eftir at hann fekk triðja gula kortið í dystinum móti KÍ.
Tó verður roknað við, at runavíkingar hava mann at seta í mans stað. Seinast byrjaðu eitt nú Gert Langgaard uttanfyri, eins og Jústines Rasmussen gjørdi tað, og teir tykjast uppløgd alternativ til tøku plássini. Tað sama er Súni Fríði Barbá kanska, eftir at hann nú er tøkur hjá runavíkingunum, og so er spurningurin, hvørt máltevið, sum annars hevur verið heldur rustað seinastu tvey árini, aftur er avpussað.