Berthel: Hetta verður stóra styrkisroyndin

Víkingarnir skulu verja fyri Adriani og prógva, at teir megna at vinna úrtøku úr møguleikum

Ikki síðani 2008 hevur HB vunnið fulla úrtøku úr trimum teimum fyrstu umførunum. Soleiðis er tað aftur í ár.

Fyri 12 árum síðani endaði tað við javnleiki í fjórða umfari. Klokkan nakrar minuttir í sjey í kvøld verður greitt, um úrtøkan verður størri ella tann sama ella eitt stig lakari, enn hon var eftir fýra umfør í 2008.

-Hetta verður størsta styrkisroyndin higartil. Tvær tær síðstu ferðirnar hava vit tíðliga verið undirmannaðir. Eg vóni, at vit vera 11 ímóti 11 í kvøld, so møguleiki verður at spæla soleiðis, sum vit hava vant og ætla okkum at gera, sigur HB venjarin Jens Berthel Askou við HB heimasíðuna.

Hvat er ætlanin?

-Vit vóna at hava tak á dystinum. Bæði við at pressa, tá ið teir hava bóltin og við at megna at hava tak á spælinum og gera leikferðina av, tá ið vit hava bóltin.

Tað er stórt fokus á Adriani?

-Soleiðis er tað, tá ið ein spælari skorar nógv mál. Men vit og Adrian vita, at tað eru liðfelagarnir, sum gera hann góðan, og um mótstøðumenninir hava serligt fokus á einum spælara, so verða møguleikarnir hjá hinum betri at gera seg galdandi, sigur HB venjarin.

Hvat sigur tú um Víking?

-Talan er um lið mannað við royndum spælarum, sum eru góðir, um teir fáa stundir at hava bóltin.

Hjá HB er Heðin Hansen leikbannaður, og Daniel Johansen er tøkur aftur eftir leikbann. Miðverjin Delphin Tshiembe, sum hevur verið darvaður av skaða í lærkrikanum og ikki spældi við á Argjum, er tøkur aftur.

Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir.

-Vit hava sæð, hvussu vandamikil Adrian Justinussen er, og vit vita, at teir dyrgja eftir fríspørkum ikki so langt úr málinum. Á Argjum vísti Adrian, at hann er eisini vandamikil, tá ið talan er um fríspørk úr stórari fjarstøðu. Vit halda okkum hava fyrireikað okkum væl. Hvussu tað fer at vignast, fáa vit at síggja, sigur venjarin hjá Víkingi Eyðun Klakstein.

Víkingur vann 5-2 á heimavølli ímóti Skála og 1-0 á heimavølli ímóti NSÍ. Á útivølli eigur Víkingur fyrsta málið til góða. Einasti útidysturin var tann á Argjum, tá ið úrslitið var 0-0.

Í fjør vann HB tvær ferðir 3-1 á heimavølli, tá ið Víkingur vitjaði í Gundadali. Víkingur hevur ikki vunnið stig ímóti HB síðani 2017. Tá endaði annar dysturin 2-2, og Víkingur vann hin 2-1.

HB – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 17.00.