Best at brúka pengarnar nú

ÓSKILJANDI Útjaldið úr Samhaldsfasta eigur at hækkast beinanvegin, tí um nøkur ár verður ikki líka nógv brúk fyri honum, heldur formaðurin í landsfelagnum hjá pensjónistunum

- Samhaldsfasti skal eftir øllum at døma bara brúkast til at savna pening saman til framtíðina.
Tað staðfestir Arni Thorsteinsson, formaður í landsfelagnum hjá pensjónistunum.
Hann heldur, at útgjaldið úr Samhaldsfasta eigur at økjast munandi.
- Tað liggur í kortunum, at hereftir skulu øll rinda ein ávísan part av lønini til sína egnu pensjón, staðfestir Arni Thorsteinsson.
- Í framtíðini verður sostatt ikki so nógv brúk fyri Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, sum hann formliga eitur, hóast hann vanliga bara verður nevndur Samhaldsfasti.
- Tað er nú, at tað er tørvur á at hækka pensjónirnar og tí taka vit fult undir við, at útgjaldið úr Samhaldsfasta, sigur formaðurin í Landsfelag Pensjónistanna.

Blaka ábyrgd frá sær
Hann staðfestir, at seinastu nógvu árini er fólkapensjónin útholað við tað, at hon er als ikki hækkað í sama mun, sum prísirnir í samfelagnum eru hækkaðir.
Arni Thorsteinsson heldur seg eisini hóma í kortunum, at tað eisini verður gongdin frameftir, at fólkapensjónin so við og við fánar burtur, so hvørt sum útgjaldið úr Samhaldsfasta og øðrum pensjónsskipanum, hækkar.
- Í veruleikanum hava politikararnir kastað ábyrgdina fyri pensjónistunum frá sær við at máa støðið undan fólkapensjónini í takt við, at útgjaldið úr Samhaldsfasta er hækkað.
- Men okkara ættarlið hevur goldið skatt alt lívið, eisini til fólkapensjónina, og vit skilja als ikki, hví Samhaldsfasti bara skal brúkast til at tryggja framtíðina við, tá ið øll kortini hava fingið sína egnu pensjón.
- Men tað ringasta er, at samstundis hava politikarar tikið pensjónspengar frá framtíðini fyri at brúka í dag.
- Tað er torført hjá okkum at skilja, hvussu tann sama krónan, sum verður brúkt í dag, eisini kann verða tøk um ein mansaldur.
Arni Thorteinsson sigur, at í dag er veruleikin, at helvtin av øllum pensjónistum hava bara fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av og tað røkkur ikki so kanska til tað mest neyðturvuliga.
- Tey, sum bara hava fólkapenjón og Samhaldsfasta, eiga at fáa minst 2.000 krónur meiri at liva fyri um mánaðin, heldur hann.
Alt hetta eru sjónarmið, Landsfelag Pensjónistanna hevur ført fram nógvar ferðir, men fyribils hevur tað verið fyri deyvum oyrum.

220 krónur
- Vit hava bíðað í alt ár og vit bíða framvegis.
Arni Thorsteinsson, formaður í Landsfelag Pensjónistanna, ætlar ikki, at samgongan skal sleppa undan lyftinum at pensjónirnar skulu hækka tað sama, sum lønirnar á arbeiðsmarknaðinum annars, eru hækkaðar.
Fyrr hækkaðu Pensjónirnar sjálvvirkandi 4% um árið. Tað hevur Løgtingið síðani lækkað so líðandi og nú er øll tann sjálvvirkandi hækkingin avtikin heilt.
Men samstundis lovaði samgongan, at hækka lønirnar á arbeiðsmarknaðnum annars, skuldi pensjónirnar hækkast samsvarandi.
Annika Olsen, landstýriskvinna í almannamálum, hevur stutt síðani sagt við Sosialin, at hetta lyftið skal haldast.
Hon sigur, at runt roknað eru lønirnar hækkaðar 1% í ár og skulu pensjónirnar hækka samsvarandi, svarar tað til einar 32 krónur um mánaðin, tí tað eru bara viðbøturnar, sum hækkað, tí grundupphæddin liggur føst.
Men enn eru pensjónirnar ikki hækkaðar og Arni Thorsteinsson sigur, at enn bíða tey eftir, at lyftið verður hildið.
Men hann vil hoyra talan um, at pensjónin bara skal hækka 32 krónur.
- Tað kann als ikki góðtakast, staðfestir hann.
Hann sigur, at tað spildurnýggja í seinastu samráðingunum ímillum Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini, er, at í seinastu lønarhækkingunum varð farið burtur frá at rokna hækkingina út í prosent, tí nú skuldu øll fáa líka, nevniliga 220 krónur um mánaðin.
- Tí verður tað einki minni enn eitt krav frá okkum pensjónistum, at pensjónirnar hækka minst tað sama, ella 220 krónur um mánaðin við afturvirkandi kraft til 1. oktober í fjør.
- Tað er politikkurin hjá samgonguni, at øll, sum forvinna undir 30.000 krónur um mánaðin, skulu hava líka nógv í lønarhækking, nevniliga 220 krónur um mánaðin.
Tey, sum forvinna yvir 30.000 krónur um mánaðin, hava so fingið eina minni lønarhækking.
- Tí kann tað als ikki góðtakast, at pensjónistarnir, sum hava minst, skulu hjálpast við 32 krónum um mánaðin, sigur Arni Thorteinsson.
- Hetta merkir bara tað, at tann, sum hevur minst, skal eisini fáa minst. Tað er heilt bíbilskt, leggur hann afturat.
Meiri um hetta í greinini: Fingu ongi lyfti frá Anniku Olsen

Sí fleiri greinar um sama evni.