Fótbóltur
Tølini tala sítt týðiliga mál um, at júst lidna undankappingin er tann besta hjá føroyska landsiðnum í átta ár.
Og fyri fyrstu ferð, síðani talið av liðum í bólkunum varð skert, eru Føroyar eisini tað av teimum niðastu londunum, sum hevur staðið seg best. Føroyar vunnu fýra stig, og tað var Armenia av teimum veikastu londunum, sum eisini megnaði hetta. Men armenar høvdu tvey minus-mál fleiri á kontini.
Samanlagt er talan eisini um triðja besta føroyska úrslitið yvirhøvur í eini undankapping. Í undankappingini til EM í 1996 vunnu Føroyar seks stig, sum øll komu móti San Marino.
Í undankappingini til HM í ’98 vunnu Føroyar seks stig, sum øll komu móti Malta.
Og í undankappingini til HM í ’02 vunnu Føroyar sjey stig. Seks móti Luxemburg og eitt móti Slovenia.
Umroknað til trý-stiga skalan vunnu Føroyar eisini fýra stig í fyrstu undankappingini. Men málmunurin ta ferðina var nakað nógv verri, enn hann varð hesaferð.
---
Talvan sýnir úrtøkuna hjá teimum londum, sum endaðu á sætta plássinum í eropiska partinum av undankappingini
Seks'ararnir
Bólkur stig
7 Føroyar 4
5 Armenia 4
8 Georgia 3
2 Moldova 3
4 Liktenstein 2
1 Malta 1
6 Andorra 0
3 San Marino 0