Best av tveimum fyrst

Tá finalurnar verða spældar sum best av trimum, so er talan í fyrstu atløgu um tveir dystir

Tá finaludystirnir í FM-kappingini í hondbólti verða spældar, er talan í fyrstu atløgu um tveir dystir, har tað liðið, ið fær flest stig, vinnur. Stendur tað tá á jøvnum, verður neyðugt við einum triða og avgerandi dysti.

 

Tað vil siga, at málmunurin ikki er avgerandi í finalunum. Vinna Kyndilskvinnur til dømis við einum máli á Neistanum í dag, so hava bæði liðini tvey stig eftir tær báðar fyrstu finalurnar, og so verður neyðugt við nýggum dysti.

 

Tað vil eisini siga, at hjá monnunum hjá VÍF og kvinnunum hjá Neistanum er nóg mikið við javnleiki í dag. Tá er støðan 3-1 í stigum eftir fyrstu tvær finalurnar, og so verður triða finalan ikki spæld.