ATHENA
Tað er lættari at flyta skipið burtur enn at flyta fólk úr økinum. Men tað er ikki bara sum at siga tað. Tekniskt ber ivaleyst væl til at hála Athenu út av Skálafjørðinum og leggja skipið, soleiðis at roykur ella spreinginar ikki eru til bága fyri fólk, fæ og ognir.
- Jú, hetta er nakað, vit umhugsa í løtuni, men skal eitt slíkt stig takast, mugu fleiri partar, sum hava vit eitt slíkt mál at gera, vera samdir um, at hetta er tað besta.
Í samrøðu við Sosialin beint fyri middag, segði Hallgrím Hansen, átaksleiðari hjá løgregluni, at fleiri partar eru samdir um, at skilabest hevði verið at sleipað skipið út av Skálafjørðinum.
- Eg vænti ikki, at nøkur endalig avgerð verður tikin um hetta fyrrapartin í dag, men tað er ikki óhugsandi, at ein slík avgerð verður tikin, sum dagurin líður.
Hallgrím Hansen segði, at nú so nógvur roykur rekur yvir móti vesturarminum á Skálafjørðinum, er ikki óhugsandi, at hetta kann fara at føra til endurgjaldskrøv móti tryggingarfeløgunum.
- Tað eigur at verða lættari at flyta skipið burtur, enn flyta fólk úr økinum, og fæst skipið út av Skálafjørðinum, verður eisini vandin við møguligum endurgjaldskrøvum minni, sigur átaksleiðarin hjá løgregluni.