Auður Ava Ólafsdóttir hevur í kvøld fingið bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins fyri bókina Ör.
Bókin er full av listinlærdum skemtingasemi. Málið í bókini neistar av lívi, samstundis sum tað setur týdningarmiklar spurningar um lív og deyða, sigur dómsnevndin í grundgevingunum.
Mette-Marit, krúnprinsessa í Noregi, handaði bókmentaheiðurslønina í Operuni í Oslo í kvøld.
Tey tilnevndu vóru:
Úr Danmark
Velsignelser eftir Carolinu Albertinu Minor
Indigo. Roman om en barndom eftir Vitu Andersen
Úr Finnlandi
God morgon eftir Susannu Ringell
Ontto harmaa eftir Olli-Pekka Tennilä
Úr Føroyum
Gudahøvd eftir Jóanesi Nielsen
Úr Grønlandi
Illinersiorluni ingerlavik inussiviuvoq eftir Magnusi Larsen
Úr Íslandi
Ör eftir Auður Avu Ólafsdóttir
Ljóð muna rödd eftir Sigurði Pálsson
Úr Noregi
Jeg har ennå ikke sett verden eftir Roskvu Koritzinsky
Begynnelser eftir Carl Frode Tiller
Úr Svøríki
Tapeshavet eftir Gunnari D. Hansson
Doften av en man eftir Agnetu Pleijel
Úr Álandi
Algot eftir Carinu Karlsson