Besta føroyska úrslit nakrantíð

Sum kunnugt, hevur stóra Norðurlendska Junior Meistarakappingin (NJM) verið í Havn í vikuskiftinum, og har fingu Føroyar besta úrslit nakrantíð í hesum høpi

Takkað verið framúrskarandi vágbinginum, Páli Joensen og Kára J. á Høvdanum, ið dagliga svimur í Ægir, megnaðu Føroyar at fáa bestu úrtøkuna í hesum høpi nakrantíð.


Upptaktin

Upptaktin til kappingina var merkt av at ein væntaði okkurt serstakt frá serliga Páli Joensen, og eisini Kára J. á Høvdanum varð spátt eina góða kapping. Men at tað skuldi gerast so gott, tordi ongin at vænta.

Pál, ið herfyri vann seg til tann heiður, at vera nummar 13 í heiminum á 1.500 m teininum, og tá tala vit um vaksnar menn, ið eru honum á odda, varð spáddur ein sigur í síni yndisgrein 1.500 m frí, ið skuldi vera hansara fyrsta kapping av trimum, og annað enn tað, vóru tað bara góðar vónir til.


Gullregn

Áðrenn kappingina var væntað, at Páli fór at gangast væl á teimum longu teinunum, og at Kára, fór at eydnast eitt bronsu ella silvur. At endanum fingu vit í posa og sekk

Longu í aðru kapping í gjáramorgunin megnaði Kári J. á Høvdanum at rangera gamla heiðursmerkjametið, ið Elspa Mørkøre átti áðrenn. Hetta var at vinna eitt silvur heiðursmerki í NJM høpi. Men her steðgaðu okkara ikki. Tí vit hava jú Pál.

Pál leyp í hylin í fjórðu kapping, og restin er søga. Hann knúskaði alt til, ið honum var fyri og vann nokk tað greiðasta gullmerkið, ið er vunnið í hesum høpi. Heili 32 sekundir og tvær longdir fremri enn hinir svimjararnar. Ein maktuppvísing av proportiónum.

Fríggjakvøldið var so svomið aftur, har Pál og Kári hildu áfram at imponera. Teir vunnu aftur heiðursmerkir og forbetraðu Føroyska heiðursmerkjametið enn meira.

Hjá Páli var talan um enn eitt gullmerki, hesaferð í 200 m frí (786 FINA stig) og hjá Kára var talan um eitt bronsumerki í 100 m rygg (694 FINA stig)

Leygarmorgunin var so seinasti partur av kappingini, ið var deild í trýggjar partar, og enn eina ferð vísti Pál hvør dugur er í honum. Hann vann sítt triðja gullheiðursmerki og við tí avsluttaði hann eina kapping, har Føroyar hava fingið síni bestu úrslit nakrantíð.

Kappingin, Pál vann leygarmorgunin var 400 m frí og har vann hann við tíðini 3.54.64. Hetta gevur á FINA stigatalvuni, heili 815 stig, og er tað sera gott klárað av unga vágbinginum, Pál Joensen.


Pál heiðraður í Vági

Tá Pál Joensen sunnukvøldið kom til Vágs, var stór móttøka at heiðra raska svimjaran.

Gomlu handilshúsini á Marknoyri vóru karmur um móttøkuna, eftir at fýrverk varð skotið, tá Pál Joensen kom til Vágs í gjár, eftir ómetaliga góðu úrslitini í svimjikappingini NJM, har hann av álvara gjørdi vart við seg.

Nógv fólk møtti upp at heiðra Pál. Ásgerð Stenberg, býráðslimur, helt røðu og handaði gávu. Hans Joensen, Hans í Líðini nevndur, er býráðslimur og pápabeiggi Pál. Hann helt røðu og hevði eisini yrkt sangir til løtuna. Ymisk nýttu høvið at heilsa svimjaranum við góðu úrslitunum. Mannbjørn Tausen umboðaði Suðuroyar Sparikassa og eisini vóru ymsar gávur handaðar. Heri Mortensen, fyrrverandi svimjari á høgum støði og fyrrverandi formaður í Vágs Svimjifelag, heilsaði Pál og kom við greiðum metingum og tølum, ið søgdu nakrar sannleikar um, hvussu frammaliga Pál nú í veruleikanum er.


Støðug menning

Pál Joensen svimur dagligt við Suðuroyar Svimjifelag, og har sæst veruliga, hvat ein samanlegging kann viðføra. Har hava teir valt at leggja Tvøroyrar og Vágs Svimjifeløg saman í eitt felag, og menningin má sigast at vera eyðsýnd.

Ikki er tað heldur serliga undarligt, at menning betur letur seg gera, tá hópurin er breiður, tí ein kann kalla tað fyri eina pyramidu effekt. Breiðri botnurin er, tess hægri røkkur toppurin/elitan. Hetta er sannroynd, ið ikki er at vika.

Pál hevur veruliga eksplodera sína menning hetta seinasta árið, og stuttligt er at síggja, hvussu væl tað kann eydnast, tá fólk, feløg og hugsjónir taka tøk saman og í felag.

Tillukku Pál og SuSvim og góðan byr framyvir.