NSÍ hevur skotið flest mál í landskappingini higartil, og B36 hevur latið færri mál inn enn hini liðini. Ovastu liðini á stigatalvuni hittast við Løkin í morgin.
Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, ásannar, at hetta verður ein verulig styrkisroynd. Tað sigur hann við heimasíðuna hjá B36.
Fyrst og fremst, so skulu vit fokusera upp á tað, sum vit eru góðir til. Hjá okkum hevur evnið at konsentrera seg um uppgávuna verið týdningarmesti parturin av góðu úrslitunum higartil, og tað skulu vit halda fast um. Gera vit ikki tað, so kunnu vit skjótt síggja eitt sindur illa út, tá vit spæla á útivølli móti einum somikið sterkum liði, sigur Mikkjal Thommsen við b36.fo.