Besta útgáva

Tilnevningarnar til planetina fyri bestu føroysku útgávu eru hesar:

Gestir – Burtur frá Toftunumpla bu 1
Fyrsta útgávan hjá Prix Føroyar vinnarunum Gestum hevur fingið góð ummæli úti sum heima, inniligi tónleikurin vinnur við tíðini og bólkurin vinnur sær alt fleiri fjepparar.

Makrel - Transcendpla bu 2
Transcend tó tráðin upp eftir Wonderland, og vísir eina enn vakrari og bleytari síðu av tí einaferð so harða rokkbólkinum. Við Transcend er Makrel vorðin ein bólkur við munandi breiðari lurtaraskarða.

The Dreams – Tazypla bu 3
Tazy er føroyski sangskatturin punkaður av Føroya bestu popp punkarum, longu nú er tvey løg vorðin hitt, og nýtulkingarnar hjá The Dreams tykjast at hava rakt føroysku fólkasálina beint í hjarta.

Teitur – Stay Under The Starspla bu 4
Stay Under The Stars hjá Teiti er eitt meistaraverk, hetta tykjast ummælarar kring heimin samdir um. Fløgan vísir ein minnið poleraðan Teit enn á fyrru fløguni, og hetta klæðir unga havnarmanninum.

Týr – Ragnarokpla bu 5
Ragnarok er fyrsta nýútgávan hjá Týr á útlendska tungmálmsplátufelagnum Napalm Records. Á fløguni tók Týr víkingamálmin enn eitt fet út í heim, fjepparaskarðin hjá Týr er alsamt vaksandi.