Heri á Rógvi frá Lóður, sum hevur gjørt veljarakanningina, sum var send út í dag, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at eftir øllum at døma, so hevur Fólkaflokkurin megna at taka evnið um fiskivinnunýskipanina til sín og gongur fram uppá tað.
- Tað er serliga Tjóðveldisveljarin, sum nú ivast í hvønn tey skulu velja. Í seinastu samgongu vórðu tað serliga veljarar hjá Fólkaflokkinum og hjá Sambandsflokkinum, sum ivaðust í hvønn tey skuldu velja, segði Heri á Rógvi.
Les eisini: Javnaðarflokkurin fær ein dyggan frammaná
- Hetta er eitt heilt greitt tekin uppá, at fólk vilja hava eina nýggja samgongu. Tað er einki at ivast í.
Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Fólkaflokkurin gongur nógv fram í nýggjastu veljarakanning og gerast størsti flokkur. Formaðurin metir, at samgongan eftir øllum at døma rindar fyri sín politikk og tí gongur andstøðan fram.
- Eg kann sjálvandi fegnast. Hetta er kanska besta veljarakanning fyri Fólkaflokkin, sum eg havi sæð, sigur Jørgen Niclasen.