Bestar av 325 luttakarum

Fýra ungar føroyskar kvinnur eru bestar, tá tað um oljuleiting og ?útbjóðing ræður. Í øllum førum tá tað skal latast sum um. Í telduspælinum Xplore 2004, har 325 luttakarar úr 7 evropeiskum londum spældu við, vunnu Bjørt Kragesteen, Jóna Johannesen, Siri Klementsen og Súsan Tornefeldt, sum allar ganga í 2.z í Hoydølum

Í tíðarskeiðnum 1.? 3. desember sótu 325 miðnámsskúlanæmingar úr 7 ymiskum londum ógvuliga spent og arbeiddu frammanfyri telduna. Tey luttóku nevniliga øll í simulator-kappingini Xplore 2004, ið er eitt spæl, har endamálið er at finna olju.
Tá avtornaði vóru tað tó fýra ungar kvinnur úr studentaskúlanum í Hoydølum, sum vunnu kappingina um svarta gullið.

Oljuleiting
? Spælið snýr seg um at leita eftir olju. Allir luttakandi bólkar fingu 50 milliónir sum byrjunarkapital. So skuldu vit royna at finna olju og tjena fleiri pengar. Fyri at finna oljuna máttu vit keypa seismikkmyndir av økjunum, sum vit ynsktu at kanna. Tá vit fingu myndirnar, hugdu vit serliga at, hvussu nógv magnetisma var í undirgrundini. Var lítið av magnetismu var møguleiki fyri, at olja var har, greiða tær fýra frá, tá tær verða spurdar um, hvat Xplore 2004 snýr seg um.
Víðari greiða tær frá, at tá ein oljukelda varð funnin, galt um at finna miðjuna av henni. Eisini máttu tær forhandla við aðrar luttakarar um økið, júst sum oljufeløgini gera í veruliekanum.
Tað var lærarin Búgvi Poulsen, sum hevur 2.z í geografi, sum meldaði flokkin til kappingina. Hann frætti um hana frá einum starvsfelaga í Klaksvík, sum í fjør royndi Xplorer-spælið við einum flokki har og sum tí eisini eggjaði Búgva at royna.
Búgvi meldaði 2.z til kappingina, og næmingarnir sótu so ymsastaðni á skúlanum og arbeiddu í smáum bólkum við 3-4 næmingum í hvørjum. Spælið gekk fyri seg frá kl 9-14 í tríggjar dagar, og uppgávurnar komu sendani um netið so hvørt. Allar uppgávurnar skuldu vera loystar innan eina ávísa tíðarfreist, og stig vóru so givin fyri hvussu skjótt og væl uppgávurnar vórðu loystar.

Ikki væntað at vinna
? Vit høvdu bestemt ikki væntað at vinna. Eftir hvønn dag vórðu liðini býtt i fýra bólkar, soleiðis, at 25 tey bestu liðini vóru í bólki 1, 25 tey næstu í bólki 2 og so framvegis. Tá vit byrjaðu uppá seinasta dagin, vóru vit í bólki 3, og samanlagt vóru vit nr 53. So vónirnar um at vinna vóru ikki serliga góðar tá, siga vinnararnir um trilvandi byrjanina.
Tær greiða frá, at seinasta dagin var virðið á oljuni nógv størst, og júst seinasta dagin funnu tær eina sera stóra oljukeldu.
? So tað var kanska eisini nokk so heldigt, at vit vunnu, viðganga tær.
Bjørt, Jóna, Siri og Súsan vistu tó ikki, at tær høvdu vunnið beinanvegin. Fyri hvørja uppgávu, sum varð loyst, vóru nevniliga givin stig, og øll stigini vórðu so løgd saman eftir seinasta dagin. Hóast tær høvdu roynt at fylgt við hvussu tað gekk hjá hinum liðunum, so vistu tær tó ikki, hvussu hini høvdu klárað seg samanlagt
? Vit vistu, at vit vóru komnar rættiliga langt fram, eftir oljufundið seinasta dagin, men vit vistu ikki, at vit høvdu vunnið. Tað fingu vit ikki at vita fyrr enn kl 19 um kvøldið, tá ein drongur í flokkinum ringdi og segði okkum tað. Hann hevði verið inni á heimasíðuni og kannað tað, greiða tær frá.
Tá avtornaði vóru tær so langt fremstar. Tilsamans høvdu tær næstan 556 stig, og liðið, sum varð nr tvey, hevði einans góð 331 stig.
? Vit vóru ordiliga glaðar, tí vit høvdu bestemt ikki roknað við tí frammanundan. Genturnar í flokkinum vóru eisini glaðar, tí at tað var eitt reint gentulið, sum vann. Men tað vísir bara, at konufólk duga best at leita eftir olju, siga tær skemtandi.
Spurdar um tær hava lært nakað av hesi kappingini, svara tær, at tær hava fingið eina góða heildarmynd av, hvat oljuleiting snýr seg um.
? Nú vita vit hvussu tað fungerar. Hvussu man sær, um sannlíkindi eru fyri olju ella ikki. Eisini at tað handlar eitt sindur um held. Men tað er nokk ikki nakar framtíðardreymur at sleppa at arbeiða við olju, siga tær.

Flokkurin fær ágóðan
Men luttakararnir í Xplore 2004 kappaðust tó ikki bert um æruna av at vinna. Ein heiðursløn á 12.000 kr varð nevniliga latin vinnarunum.
Hósmorgunin kom mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, tí oman í Hoydalar við einum kekki til Bjørt, Jónu, Siri og Súsan, fyri at vera teir miðnámsskúlanæmingar í Evropa, sum í 2004 duga best at finna olju.
? Tað hevði kanska komið væl við at fingið hasar pengarnar í lumman, men flokkurin avtalaði áðrenn kappingin byrjaði, at um nakar av okkum vann, so skuldi peningurin fara til námsferðina, sum vit ætla okkum í vár. Vit fara til Rom, og har fær allur flokkurin so ágóðan av kekkinum, siga teir fýra ósjálvsøknu vinnararnir at enda.