Petur var í 1999 oddamaður í tveimum bólkum í Prix Føroyar finaluni, og í 2001 vann hann Prix Føroyar við Clickhaze. Í ár hevur Petur á fyrsta sinni verið at hoyra solo. Hetta hevur, sambært Peturi sjálvum, givið honum nógv leysari teymar til at gera tað ,sum hann hevur hug til. Við sær í bólkinum hevur Petur royndar og dugnaligar tónleikarar, ið saman við Peturi skapa eina myrka og vakra ljóðmynd.
Petur vann M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir í 1997. Hetta er stutt sagt ein listarmaður, ið einki hevur at prógva.
Atkvøða: Send »pla bn 3« til 1441