Compound-liðið mannað við Sigrid Vang, Jógvan Niclasen og Per Holm Andersen tryggjaði í gjár Føroyum enn eitt gull heiðursmerki. Hitt liðið mannaðu Annika Vang, Hans Petur Højgaard og Absalon Hansen í recurve, og her rakk tað til eina silvurkrónu.
Tilsamans hava bogaskjúttarnir vunnið 11 heiðursmerki. Sjey gull, tvær silvur og tvær bronsu. Ongantíð áður hava so nógvir ørvar sitið so væl hjá so nógvum skjúttum. Orsøkin til hetta fantastiska flotta úrslit, er góða samanrenningin av heilt ungum og rættiliga royndum bogaskjúttum.
Per á liðnum
Dagurin í gjár var teirra kappingardagur á Rhodos. Liðkappingin í head to head kappingini stóð á skránni. Liðini verða vanliga sett soleiðis, at teir skjúttarnir, sum hava staðið seg best í kappingini, mannað liðið sum skal kappast í hesi grein.
Tað var eisini tilfeldið hesaferð, men við einum undantaki. Schandorff Vang er royndasti bogaskjúttin hjá Føroyum, og vann eisini silvur í compound-kappingini frammanfyri eitt nú Per Holm Andersen. Kortini varð Per settur at skjóta í gjár, meðan Schandorff var eykaskjútti. Tað vísti seg ikki at vera nøkur býtt avgerð. Per skeyt nevniliga tað besta hann hevur gjørt í kappingini higartil, og átti sín stóra part av teimum at Føroyar fingu seinastu gullkrónuna í bogaskjóting.
– At skjóta liðkappingina bjargaði mínum túri, og eg eri heilt ófatiliga glaður fyri at fáa henda kjansin, segði Per Holm Andersen.
Ogna Mogens úrslitið
Bogaskjúttarnir, sum hava staðið framúr gott á oyggjaleikunum, eru á einum máli um, at góða úrslitið skal ognast einum manni: Mogens Egholm, stovnarin av bogaskjóting í Føroyum, sum doyði fyri kortum.
– Hann skal heiðrast við hesum úrslitinum, siga tey við ein munn.
Heiðursmerkjabýtið hjá bogaskjúttunum:
Sigrid Vang, Compound Head to Head Knockout kvinnur, gull
Sigrid Vang, Single Compound kvinnur, gull
Annika Vang, Single Recurve kvinnur, gull
Annika Vang, Recurve Head to Head Knockout kvinnur, gull
Jógvan Niclasen, Compound Head to Head Knockout menn, gull
Jógvan Niclasen, Single Compound menn, gull
Schandorff Vang, Single Compound menn, silvur
Hans Petur Højgaard, Single Recurve menn, bronsa
Absalon Hansen, Recurve Head to Head Knockout, bronsa
Føroyar, Single Compound lið, gull
Føroyar, Single Recurve, silvur