Bestur í Europa

Ikki heilt óvæntað varð Cristiano Ronaldo í gjár kosin sum besti spælarin í Europa í farna kappingarári

Fótbóltur

 

Portugisiski gandakallurin hjá Manchester United hevur í ár vunnið tað, sum vinnast kann, um sæð verður burtur frá EM-heitinum, har Portugal heldur ikki slapp á pallin hesaferð.

Men við Manchester United hevur gingið betur. Premier League og Champions League endaðu við gulli, og í báðum kappingum varð Ronaldo besti málskjúttin. Tað gjørdi hann eisini til besta málskjúttan í Europa, og hetta fekk hann gyltan skógv fyri, eins og hann í Onglandi varð kosin besti spælari av bæði spælarasambandinum og av fjølmiðlunum.

Í gjár varð hann so eisini kosin besti áleyparin í Europa og besti spælarin í Europa.

Tríggir aðrir spælarar vórðu eisini heiðraðir, og komu hesir allir úr Chelsea. Petr Cech varð kosin besti málverji. John Terry ber nú heitið sum besti verjuspælarin í Europa og besti miðvallarin kemur eisini úr Chelsea. Hann eitur Frank Lampard.