Mánadagin og týsdagin landaðu tey fýra skipini hjá Faroe Seafood, Stelkur, Bakur, Rókur og Lerkur, nógvan upsa í Saltangará Meðan nýggjastu skipini í føroyska fiskiskipaflotanum, Falkur og Heykur, enn dragast við onkrar ?barnasjúkur?, áðrenn verulig gongd kann koma á hjá teimum, rokast hinir fýra ísfiskatrolararnir hjá Faroe Seafood á upsa.
Mánadagin landaðu Stelkur og Bakur soleiðis sløk 400.000 pund, og í gjár landaðu Rókur og Lerkur út við 420.000 pund.
Tað er landingarmiðstøðin í Saltangará, sum landar skipini.
Á landingarmiðstøðini vænta tey ikki fleiri upsaskip aftrat hesa vikuna, men okkurt garnaskip kemur væntandi inn at landa.
Ætlandi kemur Vesturland í dag, og teir hava helst eini 16.000-18.000 pund av havtasku.